Ísveitsla við frozen yogurt
Matur

Ísveitsla við frozen yogurt

Bjóða stórum og smáum til ísveitslu í summarfrítíðini við frozen yogurt og ymsikum leskligum toppings. Tað er lætt og hugnaligt at gera vælkenda jogurtísin heima, og tað er heilt vist, at serliga børnini fara at elska leskiliga ísin við øllum tí góða omaná.
Eftir: Uppskrift og mynd Tóra Effersøe Mortensen 23.07.2022

Uppskriftin er til 4-6 persónar

Tú skalt brúka

500 g av joghurti Rein frá Røsku

2 dl av róma frá Røsku

80 g av flormelis

Soleiðis gert tú ísin við ísmaskinu

Píska flormelis og róman stívan.

Blanda pískaða róman væl saman við joughurtinum.

Stoyt ísblandið í eina ísmaskinu rør í umleið ein hálvan tíma.

Soleiðis gert tú ísin uttan ísmaskinu
Píska flormelis og róman stívan.

Blanda pískaða róman væl saman við joughurtinum.

Stoyt íblandð› í ein bolla, sum tolir frost – lat ísin frysta í fýra tímar, men tak hann út hvønn tíma og rør væl í ísinum, hetta er neyðugt, so ísurin verður luftigur og ikki krytalliserar.

HUGSKOT TIL TOPPING

Brownie-bitar
Aero í smáum bitum
Gummibomm td. bamsur
Jarðber
Bláber
Hindber
Twix í smáum bitum
Sjokuláturosinur
Skúmgæti

ELSKAR TÚ SJOKULÁTU?

Ger frozen yogurt við sjokulátusmakki.

Tú skalt brúka

500 g av joghurti Rein, 1 dl av róma, 100 g av flormelis, 30 g av kakaopulvuri, 130 g av sjokulátu

Soleiðis gert tú

Smelta sjouklátuna. Rør róman í smeltaðu sjokulátuna. Stoyt kakaopulvur og flormelis ígjøgnum eina

síl. Rør væl saman. Rør nú jogurt í. Set í køliskápi í minsta lagi í eina tíma. Stoyt ísblandið í ísmaskinuna og lat tað røra í umleið ein hálvan tíma.




Viðkomandi greinar