Jólakonfekt – fyltar dadlur
Matur
Jólakonfekt – fyltar dadlur
Vælsmakkandi konfekt, sum er skjót og løtt at gera  
Eftir: Tóru Effersøe Mortensen Mynd Amy Hansen 12.12.2024

Tilfar
Tú skalt brúka stórar, sevjuríkar dadlur við steini, marsipan, myrka sjokulátu gjarna frá Callebaut, mandluflakar og gullstøv. 

Soleiðis gert tú
Sker á langsíðuni niður í hálva dadluna soleiðis, at tú kanst taka steinin burtur. Ger hetta við allar dadlurnar. Sker marsipanið í álir í passandi breidd og longd, so tú varliga kanst trýsta tað niður í dadlurnar. Smelta eitt sindur av myrkari sjokulátu og dyppa helvtina av dadluni í sjokulátu. Pynta við mandluflakum, sum eru vendir í gullstøvi. 




Viðkomandi greinar