Jólalig fromasja við kirsuberjasós
Matur
Jólalig fromasja við kirsuberjasós
Ein lekkur jólalig dessert, sum minnir um mandlurís við eyðkendu kirsuberjasósini.
Eftir: Tóru Effersøe Mortensen 19.12.2023

Tilfar
3 límbløð
1 vaniljustong
65 g av florsukri
500 g av hvítu
2 dl av róma
Saft úr hálvari leim

Soleiðis gert tú
Legg límbløðini í eina skál við køldum vatni í 10 minuttir. Blanda vaniljukornini og florsukrið, og rør tað saman við hvítuni. Kroyst vatnið úr límbløðunum, og smelta tey yvir vatnbaði ella fá sekund í mikroovni. Rør smeltaðu límbløðini saman við leimsaftini. Rør nú hetta væl saman við hvítu-blandinum. Píska róman til skúm, og blanda saman við hvítu-blandinum. Stoyt fromasjuna í 6 gløs, og lat standa kalt í 4-5 tímar. Borðreið við kirsuberjasós. Prýð við silvurflakum og blómum, sum eru etandi.




Viðkomandi greinar