Jól og klementinir ganga hond í hond – angin og smakkurin rópa jól, og vit elska tær. Men veist tú, at tær kunnu vera skaðiligar?
Áðrenn tú fert í gongd við at flysa næstu klementinina, so er kanska gott at vita, at tær kunnu vera vandamiklar, hetta kemst av, at tað í skalinum ofta eru týningarevni og eitrandi sproytuevni, og hesi kunnu vera heilsuskaðilig. Tí er tað týdningarmikið, at tú minnist til at vaska tær um hendurnar, tá tú hevur flust eina klementin, og áðrenn tú byrjar at eta hana, tí skaðiligu evnini seta seg á fingrarnr.
Um tú vilt sleppa heilt undan týningarevnum, so er at velja vistfrøðiligar klementinir.