Knasandi luftigir bollar úr súrdeiggi
Matur
Knasandi luftigir bollar úr súrdeiggi
Eftir: Anniku Kunoy Im 30.10.2023

Tá vit vóru í Miðvági og gjørdu býlisreportagu heima hjá Heidi Jógvansdóttir og Theodor Thomassen til Kvinnu 6, fingu vit lekkrar, luftigar og knasandi bollar úr súrdeiggi, sum Theodor hevði bakað. Uppskriftin var ikki í greinini, men hana fáa tit her.

Bollarnir hjá Theodori úr súrdeiggi

Gerið so væl

INNIHALD
600 g av hveitimjøli
100 g av fullkornshveitimjøli
300 g av ølandshveitimjøli
26 g av salti
800 g av flógvumvatni
200 g av súrdeiggi
35 g av bakienzým (ikki neyðugt)
3-5 g av turrger



SOLEIÐIS GERT TÚ
Fyrst aktiverar tú súrdeiggið. Tú tekur helvtina av súrdeigginum og frískar tað upp við mjøli og vatni. Hin helvtin kann goymast í køliskápi og brúkast til brotbreyð seinni. Tá súrdeiggið er aktivt og hevur vaksið seg dupult í stødd, kanst tú byrja uppá deiggið. Blanda alt mjølið og bakienzýms aman við 700 g av vatni, bara so tað hongur saman. Lat standa undir lok í 30 min. Hetta eitur autolysa. Eftir 30 min er klárt at elta deiggið væl saman.


Lat deiggið í eitt ílat, har tað skal ganga í køliskápi. Áðrenn deiggið fer í køliskápið, skal tað “flættast” saman í tveimum ella trimumum førum við á leið 20 min. ímillum. Tak deiggið og falda tað inn móti miðjuni og vend ílatinum 90° og endurtak. Ger hetta fýra ferðir, so tú kemur runt. Tá deiggið fer inn í køliskápið, skal tað vera sera elastiskt.
Lat deiggið ganga í køliskápi undir loki í minst átta tímar, tað kann gott standa í 24 tímar. Lokið skal ikki spennast fast, tí so brestur ílatið.

Bakidagur: Set ovnin á 250 stig luftovn og damp, um tú hevur tað. Um tú ikki hevur dampovn, set so í staðin eitt eldfast ílat í botnin í ovninum og stoyt 150 ml avv atni í, hvørja ferð, nýggir bollar fara inn. Tak deiggið út og lat standa í á leið ein tíma, áðrenn tú tekur tað úr ílatinum. Ger hetta varliga, so luftbløðrurnar ikki fara úr deigginum. Brúka bakispartil og vátar fingrar at forma bollarnar. Tað er ikki neyðugt at gera rundarbollar. Sker bara smá petti av deigginum og legg á bakipappír.
Baka mitt í ovninum við luft/dampi í um. 13 minuttir.

Góð ráð
Deiggið er sera klistrut. Brúka vátar fingrar og amboð, so hongur deiggið ikki fast. Tú kanst brúka minni av vatni at byrja við í uppskriftini, 100 g minni, tað ger deiggið lættari at arbeiða við, men meiri vatn gevur luftigari bollar. Ikki missa mótið, um tað ikki eydnast so væl at arbeiða við klistruta súrdeigginum fyrstuferð. Og minst til, at tað eru nógv góð súrdeiggj-ráð at finna á Youtube.




Viðkomandi greinar