Kremut eplasuppa við purru
Matur
Kremut eplasuppa við purru
Eina mjúka, heita suppu til køldu heystdagarnar. Hendan við eplum og purrum er kremut og leskilig. Væl gagnist!
Eftir: Tóru Effersøe Mortensen 01.10.2021
Tilfar
1 kg av eplum
3 purrur
1 leykur
5-6 kvistar av timian
1 ssk av olivenolju
0,8 litrar av høsnabouillon
1/2 dl av róma
Smakka til við kvørnaðum pipari og salti
Soleiðis gert tú
Flys eplini og sker tey í smáar bitar.
Hakka leykin og sker purrurnar í tunnar flísar. Stoyt alt í eina grýtu saman við eplunum og kvistunum av timian – og steik í olivinolju í nakrar minuttir.
Stoyt síðan høsnabouillon í grýtuna og lat smákóka, til eplini eru moyr.
Blenda nú suppuna væl, so hon verður kremut og uttan klumpar.
Stoyt róman í og hita suppuna væl, meðan tú rørir róman saman við suppuni.
Smakka til við salti og kvørnaðum pipari.
Borðreið við broysknum beykoni, frískum grasleyki, kvørnaðum pipari og góðum breyði.