Til 6 fólk
TILFAR
1 lambstjógv, umleið 2 kg
25 g av smøri at steikja í
2 skalottuleykir
2 heilar kanelstengur
2 dl av hvítvíni
12 dadlur
12 sviskur
100 g av rosinum
100 g av turkaðum aprikosum
1 dl av flótandi hunangi
300 g av eplum
3 dl av vatni
Kryddbland
2 cm av frískum ingiferi
2 bátar av hvítleyki
1 ssk av spísskumman
1 ssk av korianderfræi
SOLEIÐIS GERT TÚ
Kryddblandið: Flys og hakka ingifer. Flys hvítleykin. Morla ingifer, hvítleyk, kumman og koriander væl saman í einum mortara. Gníggja tjógvið væl inn í kryddblandið.
Brúnka tjógvið væl á øllum síðum á eini pannu. Legg tjógvið í eina bakarovnsskuffu.
Flys og sker leykin. Steik leyk og kanelstengur á pannuni. Stoyt vín í og kóka í 3 minuttir. Breið.
Leykblandið út yvir tjógvið.
Tak steinar úr dadlum og sviskum. Legg dadlur, sviskur, rosinur og aprikosur í skuffuna við kjøtinum. Stoyt hunang yvir.
Vaska eplini og legg tey í skuffuna. Stoyt vatn í Legg nú bakipappír yvir alt og síðani alufoliu. Ansa væl eftir, at tað ikki gloppar nakrastaðni.
Set skuffuna í kaldan ovn. Set ovnin á 140 stig. Steik rættin í 7-8 tímar.