Lekkrir sjokurug bollar
Matur
Lekkrir sjokurug bollar
Lekkrir og sunnir rugbreyðsbollar við myrkari sjokulátu
Eftir: Tóru Effersøe Mortensen / Mynd: Tóra Effersøe Mortensen 26.10.2021

Lekkrir og sunnir rugbreyðsbollar við myrkari sjokulátu - perfektir munnbitar til teir seinnu tímarnar seinnapart, tá ið tú mungar eftir onkrum lekkrum. Teir eru eisini mettandi at hava við í matpakkan, tí teir eru fullir av sunnum og góðum kjarnum og fræi, men samstundis fært tú eisini eitt sindur av søtum við myrku sjokulátuni.

Uppskriftin er til 26-28 bollar
Tilfar at bloyta
150 av brotnum rugkjarnum
60 g av graskerkjarnum
50 g av hørfræi
50 g av chiafræi
5 dl av kókaðum vatni
15 g av flakasalti
Stoyt fyrst brotnu rugkjarnurnar í eitt ílat og síðani graskerkjarnur, hørfræ og chiafræ. Stoyt til síðst kókað vatn og salt útyvir. Lat standa í 3 tímar, soleiðis at serliga rugkjarnurnar gerast bleytar.
Til deiggið
15 g av geri
3 dl av vatni
200 g av hveitimjøli
200 g rugmjøli
1 ssk av myrkum siropi
2 tsk av kakaopulvuri
180 g av myrkari sjokulátu (70%)
200 g av fínt hakkaðum mandlum
Upploys gerina í vatninum. Elt síðan blandið við bloyttu kjarnunum og frænum saman við rugmjøli, hveitimjøli, siropi og kakaopulvuri.  Elt, til alt er blandað væl saman. Og vend til síðst sjokulátustykkir ella -knøttar í deiggið.
Hakka mandlurnar smátt.
Forma nú sjokuláturug í smáar bollar á umleið 55 g stykkið. Deiggið er rættiliga klistrut, og tí er snilt at gera hendurnar vátar so hvørt, sum tú formar bollarnar.
Dyppa bæði botnin og toppin á bollunum í hakkaðar mandlur, so hvørt sum tú formar bollarnar.
Legg bollarnar á bakiplátur við bakipappíri. Lat ganga undir klæði í 1 tíma.
Hita ovnin til 250 stig heitluft. Set eina bakiplátu í ovnin og set beinanvegin hitan niður á 200 stig. Baka í 20 minuttir.  Endurtak, tá ið næsta pláta skal bakast.
Prei
Mandlurnar kanst tú skifta um við sesamfræ og sjokulátuna við rosinur.



Viðkomandi greinar