Lekkrir súrdeigsbollar
Matur

Lekkrir súrdeigsbollar

Tá ið tú bakar við súrdeiggi, verða bollarnir saftigari enn vanligt, teir halda sær longur og smakkurin verður meira samansettur og súrligur.
Eftir: Tóra Effersøe Mortensen 17.09.2020

Uppskriftin gevur 10-12 bollar

TILFAR
6 dl av vatni

1 dl av súrdeiggi

10 g av ger

1 tsk av hunangi

1 tsk av flakasalti

450 g av manitoba mjøli

200 g av fullkornshveitimjøli

Les eisini: Soleiðis gert tú súrdeiggj

SOLEIÐIS GERT TÚ
Blanda vatn, súrdeiggj, ger og hunang saman. Stoyt manitobamjøl, salt og fullkornshveiti í deiggið. og rør tað spakuliga saman við rørimaskinuni; og tá ið tað er væl blandað og uttan klumpar, skalt tú seta ferðina upp á rørimaskinuni. Elt deiggið væl og leingi, til tað sleppir síðuni á skálini og er blankt og elastiskt.

Legg eitt viskustykki ella lok á bollan við deigginum og set at ganga á køliskápinum í minsta lagi í 8 tímar. Tak deiggið út úr køliskápinum. minsta lagi hálvanannan til tveir tímar, áððrenn tá bakar teir.

Fyll eitt glas við vatni.

Stoyt deiggið á eitt mjøldrússað borð. Sker 10-12 bollar við einum deiggjskavara ella knívi – ger hetta varliga, so luftin ikki fer úr deigginum. Dyppa síðan fingrarnar í vatn og tak fýra kantar á bollanum og legg teir inn yvir bollan, legg síðan bollan á bakiplátuna við uppsíðuni niðureftir, soleiðis at botnurin við mjølinum vendir uppeftir. Og endurtak.

Baka bollarnar á heitari bakiplátu við bakipapíri á 250 stigum við lufthita í 10 minuttir. Set síðan hitan niður á 200 stig og baka í 10-15 minuttir afturat, til bollarnir hava fingið lit. Lat bollarnar kólna á einari bakirist. Minst til, at ovnurin skal hitast upp aftur til 250 stig, áðrenn næsta bakipláta fer í ovnin.