Kaffi
Heldur enn at stoyta kaffi burtur ber til at frysta avlopið, antin í ein ísterningabakka ella -posa. Frystu kaffiterningarnar kanst tú brúka, tá tú gert tær leskiligt ískaffi. Tá tynnist kaffismakkurin ikki av vatninum frá ísterningunum, men tú varðveitir í staðin kaffismakkin.
Sitrón
Hevur tú eina hálva sitrón, sum tú ikki fært brúkt til nakað? Rív skalið og pressa saftina úr sitrónini til at frysta. So kanst tú brúka tað til matgerð ella til vælsmakkandi sitrónvatn til eitt annað høvi.
Mjólk
Nært tú ikki at drekka alla mjólkina, áðrenn hon gerst súr? Fryst hana í ísterningabakkar ella -posar og brúka tað í matgerð ella til ískaffi.
Kryddurtir
Eru fesku kryddurtirnar um at verða eitt sindur troyttar? Fryst tær í ein ísterningabakka við einum sindri av olivinolju. Tú blakar bara ‘ísterningarnar’ beinleiðis á pannuna, tá tú skalt steikja okkurt næstu ferð – ella beint í grýtuna, tá grýturætturin hevur tørv á kryddurtum.