Páskakøka: Sitrónfromasja við sjokulátabotni
Matur

Páskakøka: Sitrónfromasja við sjokulátabotni

Frísk og lekkur dessertkøka, sum eisini er festlig á páskaborðinum, um tú pyntar við smáum páskareggum.
Eftir: 10.04.2018

Tilfar til botnin

100 g av sjokulátu, 55%

100 g av smøri

100 g av sukri

3 eggjablommur

2 eggjahvítar

Tilfar til fromasjuna:

5 bløð av husblas

4 pasteuriseraðar eggjablommur (2 bikør)

100 g av sukri

2 tsk av rivnum sitrónskali

1 1/2 dl av sitrónsaft (uml. 2-3 sitrónir)

3 pasteuriseraðar eggjahvítar (2 bikør)

3 dl av róma

Soleiðis gert tú botnin:

Hakka sjokulátuna grovt. Smelta sjokulátu og smør yvir vatnbaði. Píska sukur og eggjareyðar til ein tjúkkan eggjasnaps og rør síðani sjokulátablandið varliga í við eini skeið.

Píska eggjahvítarnar stívar og vend teir varliga saman við restini.

Legg bakipappír á botnin á einum springformi (24 cm) og smyr formin við feitti, stoyt deiggið í formin og baka botnin í 25 min á 175 stigum. Lat botnin kólna heilt.

Soleiðis gert tú fromasjuna:

Legg husblasið á blot (uml 10 min). Píska eggjablommur og sukur til ein tjúkkan eggjasnaps, blanda tað rivna sitrónskalið og helvtina av sitrónsaftini saman við.

Tak husblasið úr vatninum, kroyst vatnið frá og smelta tað yvir vatnbaði, rør restina av sitrónsaftini í, lat kólna í uml 10 min, ella til tað er uml 30 stig. Rør eitt lítið sindur av eggjablandinum saman við og stoyt tað síðan í eggjablandið, meðan tú rørir.

Píska eggjahvítarnar stívar og píska róman til skúm. Tá eggjablandið byrjar at stívna eitt lítið sindur (hetta átti ikki tikið langa tíð), vendir tú fyrst eggjahvítanum varliga saman við og síðan róman.

Legg sjokulátabotnin á eitt fat, sum tú vil servera køkuna á, smyr springformin við feitti (bert ringin, ikki botnin) og spenn hann aftur um botnin. Stoyt síðani fromasjuna á og lat standa í køliskápi, til fromasjan er stívnað (uml 3 tímar).

Pynta við kakaopulvuri og Mini eggs




Viðkomandi greinar