Páskalig brownie við Mini Eggs
Matur
Páskalig brownie við Mini Eggs
Bryggja eina kannu av góðum kaffi og setið tykkum væl til rættis - vit borðreiða her við einari lekkrari páskaligari brownie við bæði Creme Egg og Mini Eggs frá Cadbury.
Eftir: Tóra Effersøe Mortensen 05.04.2025

Brownie
200 g av smøri
90 g av myrkari sjokulátu frá Callebaut
225 g av sukri
3 egg
200 g av mjøli
1/2 tsk av salti
5 ssk av kakao pulvuri frá Cadbury


Smelta smørið og sjokulátuna – lat kólna.
Píska egg og sukur ljóst og lætt.
Rør síðan smeltaða smørið og restina av tilfarinum í deiggið.
Stoyt deiggið í ein rundan form (20 ella 22 cm), sum er klæddur við bakipappíri. 
Baka kakuna á 185 stigum (ikki luft) í umleið 30 minuttir.
Lat kakuna kólna, áðrenn tú smyr kremið á.

 

Krem við Creme Egg
100 g av bleytum smøri 
200 g rómaosti
80 g av flormelis
80 g av Gold sjokulátu frá Callebaut ella hvíta sjokulátu
4 Creme Egg frá Cadbury

Smelta sjokulátuna. Píska síðan alt tilfarið uttan Creme Egg saman, til tað veðrur tjúkt og luftvorðið. Sker Creme Egg í smáar bitar, og rør tað varliga í kremið. Smyr kremið á køldu køkuna.

Pynt
100 g av Mini Eggs frá Cadbury
1 Creme Egg

Pynta køkuna við hakkaðum Mini Eggs og tveimum hálvum Creme Eggum. Goym køkuna í køliskápinum - lat hana vera kalda, áðrenn tú borðreiður.

 




Viðkomandi greinar