GG! Sitrónkremið skal kókast dagin fyri.
Tilfar
Sitrónkrem
500 g av róma
75 g av hvítari sjokulátu
Saft úr einari sitrón saft
50 g av sukri
4 límbløð (husblas)
Soleiðis gert tú
Bloyt límbløðini í køldum vatni. Kóka róma og sukur, og lat síðani sjokulátuna og sitrónsaft í. Lat límbløðini í og blenda kremið. Legg húsarhaldsfilm oman á kremið og set at kólna um náttina.
Karamellblondie
200 g av Golden sjokulátu frá Callebaut
200 g av smøri
200 g av sukri
175 g av hveitimjøli
4 egg
1 tsk av vaniljusukri
Soleiðis gert tú
Smelta smørið í eini grýtu, lat sjokulátuna í, og lat alt smelta saman.
Lat sjokulátublandið kólna eitt sindur.
Píska egg og sukur til ein hvítan blanding, og blanda saman við sjokulátublandinum.
Sálda hveitimjølið og vanilju í – eitt sindur í senn.
Stoyt deiggið í ein bakiform, sum er 20x30 cm – bakipappír á botninum.
Baka á 180 stigum í uml. 30-40 minuttir.
Køkan er liðug, tá hon er gylt omaná og eitt sindur bleyt í miðjuni. Lat køkuna kólna, áðrenn tú skert í henni.
Píska sitrónkremið við einum handmiksara, til tað tjúknar. Lat kremið í ein sproytuposa við stjørnustrúti og sproyta fínar rósettur á avlongu blondie’ina og pynta við minieggum og møguliga etiligum blómum.