Til 6 fólk
Flatbreyð
25 g av geri
3 dl av flógvum vatni
Umleið 450 g av hveitimjøli
Auberginukrem
1 ssk av tahin
2 ssk av sitrónsaft
200 g av flustari auberginu
1 reyða piparfrukt
Eitt sindur av olivinolju
Fetakrem
250 g av featosti í blokki
6 ssk av súrróma, 18%
1 pott av frískum timian
Høsnarungi
Salt og paprika
6 høsnarungabringur
Salat
1 lítið spísskál
1 gula piparfrukt
1 appilsingula piparfrukt
Flatbreyð
Blanda ger og vatn í eini skál og elt mjøl og salt í - eitt sindur í senn. Lat deiggið ganga í 30-60 minuttir. Být deiggið í 12 eins stór stykki og forma til smáar bollar. Rulla bollarnar heilt tunt og steik á turrari pannu. Vend pannukøkunum ofta, so tær ikki verða ov myrkar - tær skulu vera ljósabrúnar. Legg pannukøkurnar undir eitt klæði, soleiðis at tær eru púra fjaldar - annars verða tær broysknar og ikki bleytar.
Rullurnar hóska sera væl til matpakkan dagin eftir.
Auberginukrem
Flys auberginuna og sker í bitar. Sker piparfruktina í bitar og legg í eitt eldfast fat saman við auberginuni, stoyt eitt sindur av olivinolju yvir. Baka í ovninum í 10-15 min. Blenda hetta nú saman við tahin og sitrónsaft. Lat meira olju í um neyðugt.
Fetakrem
Blenda fetaost og súrróma saman. Hakka timian fínt og vend í.
Høsnarungi
Salta høsnarungan á báðum síðum. Steik á eini pannu við einum sindri av olju. Stroy papríka á báðar síður, tá høsnarungin er næstan liðugur. Paprika kann brennast, tí skal tað ikki á, fyrr enn beint áðrenn, høsnarungin er liðugur. Sker høsnarungabringurnar í flísar.
Salat
Sker piparfrukt og spísskál smátt.
Borðreið
Fyll nú eina og eina pannukøku við fetakremi, auberginukremi, piparfrukt, spískáli og høsnarunga. Rulla saman og njót beinanvegin.