Matur
Samanbakaðir bollar til vikuskiftið
Ætlar tú tær at baka um vikuskiftið? Vit viðmæla hesar lekru samanbakaðu bollarnar. Mmmm...
12 bollar
Tilfar
25 g av ger
1,5 dl av vatni
140 g av súrróma (18%)
1 tsk av salti
2 ssk av sukri
1 tsk av kardamummu
100 g av bleytum smøri
2 egg
450 g av hveitimjøli
50 g av havragrýni
Omaná
2 ssk havragrýni
2 ssk av chiafræi
Soleiðis gert tú
Rør gerina saman við vatninum og súrrómanum.
Stoyt salt, sukur, kardamummu, smør, egg, havragrýn og mjøl í deiggið. Elt deiggið í rørimaskinu við miðal ferð í umleið 10 minuttir. Hevur tú ikki rørimaskinu, so elt eyka væl við handamegi.
Legg eitt reint viskustykki á bollan/skálina við deigginum – og lat deiggið ganga í hálvanannan tíma.
Stroy mjøl á borðið og stoyt síðan deiggið á borðið – elt tað ígjøgnum, tað er eitt sindur klistrut.
Deil deiggið í 12 stykkir og forma rundar bollar. Legg bollarnar tætt í eina bráðpannu, sum er klødd við bakipappíri.
Lat bollarnar ganga í ein hálvan tíma afturat. Smyr teir síðan við mjólk og drússa eitt bland av chiafræi og havragrýni omanyvir.
Baka bollarnar á 225 stigum í luftovni í umleið 16-18 minuttir.
Lat bollarnar kólna á einari rist. Teir smakka allarbest nýbakaðir.