Sjokulátakøka við rabarbumousse
"Henda køkan er ein sjokolátabotnur við rabarbumousse og einum innleggi av hvítari sjokulátu. Allar oftast, tá eg geri køkur, geri eg ikki eftir uppskrift, og tí hendir tað við hvørt, at eg havi mousse til yvurs. Hetta koyri eg í silikonformar og frysti, sum eg so seinni brúki sum innlegg í kakur. Júst tað, havi eg eisini gjørt í hesi køku, men tit skulu ikki snýtast fyri uppskriftina uppá alla køkuna alíkavæl", soleiðis sigur Birita Hermansdótti Olsen, sum er kvinnan handan instagramvangan @bibis.cakery. Hon er hobbybakari - og bakar eisini eftir bílegging.
Hvít sjokulátamousse innlegg
1,75 dl róma
3 husblas
150 g hvít sjokuláta
0,75 dl róma
Legg husblas í kalt vatn í minimum 10 minuttir. Hita 0,75 dl róma í mikroovni ella í grýtu so tað er heitt, men tað skal ikki kóka. Rør husblas í róman og síðani sjokulátuna í. Lat kólna eitt sindur. Píska 1,75 dl av róma í einum bolla fyri seg (ikki ordiliga stívan) og vend varliga í sjokulátuna. Ansa eftir, at tað ikki skilur seg. Tað kann henda um tú pískar ov nógv ella sjokulátan er ov heit, tá tú stoytir pískaða róman í. Stoyt mousse í ein silikonform, rundan, fýrakantaðan, bydittejulie ella okkurt heilt annað. Formurin skal bara vera minni enn ummálið á sjokulátabotninum. Set í frystiboksina til mousseið er so mikið fast, at tað kann takast úr forminum, eg vildi mett 6 tímar ella longur. Hetta kann gott gerast fleiri dagar áðrenn.
Sjokulátabotnur
80 g myrk sjokuláta
80 g smør
100 g nutella
3 egg
180 g sukur
45 mjøl
1 nip salt
70 g marsipan
Tendra ovnin á 175 gradir. Smelta sjokulátu og smør í einari grýtu og stoyt síðani nutella í og lat smelta. Píska eggini og sukrið væl saman. Stoyt smeltaðu sjokulátuna, mjølið og saltið í deiggi og rør runt. Rív marsipanið í og rør aftur. Stoyt í ein springform við bakipapíri í botninum ella silikonform (umleið 20-24 cm) og baka í ovninum í 20-25 minuttir (royn teg fram við einum knívi í miðjuna, ovnar baka so ymiskt). Minni bakiformurin er, tjúkkri verður botnurin og longur skal køkan bakað, so royn teg fram. Lat botnin kólna, áðrenn tú heldur fram.
Rabarbumousse
8 husblas
400 g rabarbur
100 g sukur
1 tsk vaniljusukur
Saftin av ½ sitrón
4 dl róma
½ blik súrróma
Bloyt husblas í køldum vatni í minst lagi í 10 minuttir. Legg rabarburnar, sukrið, saftina av sitrónini og vaniljusukrið í eina grýtu og lat kóka eina løtu, so rabarburnar vera moyrar. Blenda síðani rabarburnar, so eingir traðrir eru eftir. Stoyt husblas í og rør runt. Lat kólna eina løtu og píska síðani súrróman í rabarbugreytin.
Píska róman í einum bolla. Rómin skal ikki pískast ov stívur. Lat eitt sindur av pískaðum róma í grýtuna og rør runt. Ger hetta nakrar ferðir. Hetta fyri at køla rabarbugreytin niður, so tað ikki skilist, tá alt verður blandað saman. Stoyt síðani restina av rabarbugreytinum í róman og vend varliga runt, so alt er samlað.
Tak ein springform, ið passar til støddina á sjokulátabotninum, set hann á kakufatið, ið skal serverast á, legg kakuplast framvið kantin og legg sjokulátabotnin í formin. Legg hvíta mousse innleggið mitt omaná sjokulátabotnin og stoyt síðani rabarbumousse omaná. Stilla á køl í 6 tímar ella náttina yvir. Tað ber eisini til at stilla køkuna í frystiboksina, so tað gongur eitt sindur skjótari.
Tá køkan hevur sett seg, loys springformin og tak kakuplastið av. Pynta køkuna eftir ynski, tað er altið leskiligt við frískum berum. Vælgagnist!