Skons við sólberjacurd
Matur

Skons við sólberjacurd

Heystið er her, og vit fara at hugna okkum enn meira heima við hús - goym hesaar uppskriftirnar til ein illfýsnan heystdag, tá hugnin er í hásæti
Eftir: Malene Fisker Waag Myndir Amy Hansen 09.09.2023

Skons

10-12 stk

Tilfar
350 g av hveitimjøli
1 tsk av bakipulvuri
85 g av smøri
45 g av sukri
1 tsk av vaniljusukri
Rivið skal av eini hálvari sitrón
½ tsk av kardamummu
175 ml av flógvari mjólk 
1 egg til pensling
Sirop til pensling, tá tú hevur bakað skonsini

Soleiðis gert tú
Brúka rørimaskinu, um tú hevur eina, ella handmiksara við deiggjkrókum.
Lat alt tilfarið í bollan og rør við deiggjkrókinum, til deiggið hevur samlað seg. 
Rulla deiggið út og legg tað síðani saman, so tað er í trimum løgum. Rulla deiggið til ein fýrkant, sum er umleið 5 cm tjúkkur. 
Pakka deiggið inn í film og lat tað hvíla í hálvan tíma. 
Stroy mjøl á borðið og rulla deiggið út, so tað er umleið 4 cm tjúkt, áðrenn tú stingur smá skons út við einum rundum formi á uml. 4 cm Ø. Um tú ikki hevur ein slíkan form, kanst tú gera tey í fýrkantar við einum hvøssum knívi. 
Set skonsini á eina bakiplátu við bakipappíri, pensla tey við eggi og baka tey í ovninum við luft á 210 stigum í uml. 10-12 minuttir. 
So skjótt skonsini eru bakað, og meðan tey enn eru heit, skalt tú pensla tey við eitt sindur av siropi. Hetta ger, at tey fáa eina skínandi og blanka flatu.
Borðreið beinavegin.

Sólberjacurd

Sólberjapuré
Hita 250 g av frystum sólberum í eini grýtu við lágum hita. Tá saftin er um at koma úr berunum, blendar tú berini og sílar saftina frá, sum tú skalt brúka til at gera sólberjacurd.  

Sólberjacurd
Tilfar
125 g av sólberjapuré (saftini)
175 g av hitaviðgjørdum eggjareyðum 
140 g av sukri
125 g av køldum smøri

Soleiðis gert tú
Kóka sólberjapuréina og blanda eggjareyðar og sukur væl, til eingir klumpar eru í. 
Tá puréin kókar, stoytir tú helvtina í eggjablandið og rørir skjótt við einum pískirísi og stoytir alt síðani aftur í grýtuna saman við restini. Skrúva hitan niður og hita varliga, til tað tjúknar. Tað skal ikki kóka. 
Tak grýtuna av plátuni og lat kalt smør í og blenda alt saman. Set á køl í umleið ein tíma, áðrenn tú skalt brúka tað.




Viðkomandi greinar