Tilfar
2 egg
2 dl av kakaomjólk (4% frá Røsku)
1 dl av sólblómuolju
190 g av hveiti mjøli
275 g av sukri
35 g av ósøtum kakaopulvuri
1,5 tsk av vaniljupulvuri
1 tsk av bakipulvuri
1 tsk av natron
1 dism av salti
1 dl av nýgjørdum sterkum kaffi
Ganache
180 g av ljósari sjokulátu
1 dl av róma
40 g av siropi
Soleiðis gert tú
Píska egg, kakaomjólk og sólblómuolju saman.
Blanda mjøl, sukur, kakao, vaniljusukur, bakipulvur, natron og salt saman og rør tað í deiggið.
Ger ein sterkan desilitur av kaffi og stoyt í deiggið. Rør væl í deiggið.
Legg eitt bakipappír á eina bráðpannu og fyll síðan deiggið í.
Baka kakuna í umleið 25-30 minuttir í 180 stigum.
Ganache
Hakka sjokulátuna og stoyt í eina skál.
Hita róma og sirop í einari grýtu – lat ikki kóka.
Stoyt heita rómablandið yvir sjokulátuna – lat standa í 2 minuttir og rør síðan til ein kremutan glasur. Rør við einum deiggjskavara.
Smyr sjokulátuganache á køkuna og pynta við hakkaðum Daim og skreytsukri.
Set kalt í minsta lagi í ein tíma, áðrenn tú borðreiðir.