So lætt er tað at gera havramjólk
Matur
So lætt er tað at gera havramjólk
Havramjólk er vorðin ein rættur vinnari hjá teimum, sum av eini ella aðrari orsøk frávelja kúgvarmjólkina. Hyggur tú at pakkanum, sært tú, at innihaldið als ikki er so fløkt, sum ein kundi freistast til at hildið. Vit hjálpa tær her at gera tína egnu havramjólk
Eftir: Annika Kunoy Im Mynd Veitari 08.02.2023

Vanliga inniheldur havramjólk bert havragrýn, vatn, olju, salt og okkurt søtt, so sum sukur ella hunang. Óivað tilfar, sum tú longu eigur inni, og gert tú tað, tekur tað bert fáar minuttir at gera eitt sindur av hesi mjólkini, sum hóskar seg væl útí, í bakstur ella í morgunmatin – hetta er eisini væl bíligari enn vøran á handilshillunum.

Tú skalt brúka
100 g av havragrýni
1 l av vatni
1 ssk hunangi
1 dism av salti
1 ssk av t.d. rapsolju

Soleiðis gert tú
Lat alt tilfarið í eina hvirlu og blenda í umleið ein minutt. Síla veskuna gjøgnum eitt ostalørift ella viskustykki. Set drykkin kalt. Hann heldur sær í 3-4 dagar.

Skal havramjólkin vera tynri, letur tú meir vatn í. Skal hon hinvegin vera tjykkri, letur tú minni av vatni í. Til ber eisini at royna seg við ymiskum smakkum, so sum kakao ella vanilju, sum tú bert leggur aftrat hinum tilfarinum, áðrenn tú tendrar hvirluna.




Viðkomandi greinar