Soleiðis gert tú eina jólastjørnu við kaneli
Matur

Soleiðis gert tú eina jólastjørnu við kaneli

Bleyt og fylt við lekkrum kanelsmakki - henda jólastjørnan er hugnalig, leskilig og rættliga løtt at gera. Ger morgunmatarborðið eitt sindur jólaligari við nýbakaðari kanel jólastjørnu ella bjóða góðum vinum til ein hugnaligan kaffimunn eitt av myrku kvøldunum. Um tær dámar væl heimabakaðar kanelsniglar, so mást tú royna hesa.
Eftir: Dan Dimon Knudsen / Mynd Tóra Effersøe Mortensen 16.12.2020

Tilfar

Deiggj:

40 g av bleytum smøri
1 dl av mjólk
25 g av geri

1 egg
265 g av mjøli
25 g av sukri

½  tsk av kardumummu

½  tsk. av salti

Remonce:
95 g av bleytum smøri
50 g av sukri
3 tsk av kaneli

Soleiðis gert tú

Lat gerið í mjólkina, soleiðis at tað verður upployst. Blandað síðan restina av tilfarinum í. Elt væl og leingi, soleiðis at deiggi er lætt at arbeiða við.

Deil deiggið í tríggjar eins stórar bollar.

Lat heva í 20 minuttir undir einum klæði.

Ger nú remonce: Rør bleyta smørið, kanelið og sukrið væl saman.

Rulla síðan hvønn bolla í ein sirkul uml. 24 cm í tvørmáti. Brúka ikki ov nógv mjøl, tá tú rullar deiggið – tað kann gerast heldurt turt.

Smyr tveir av botnunum við remonci.

Legg ein av botnum við remonci á eina bakiplátu við bakipappíri, legg síðan hin botnin við remonoci omaná, og til síðst botnin uttan remonce omaná.

Ger nú jólastjørnuna:Set eitt glas ella ein lítlan bakiform í miðjuna á samlaða botinum. Sker fýra skurðar frá glasinum út til kantin, so botnurin verður skorðin í fýra eins stór stykki. Sker síðan hvørt stykki á sama hátt fýra ferðir, soleiðis at tú tilsaman hevur 16 stykkir.

Lyft nú tvey stykkir í senn og snúra tey burtur frá hvør øðrum tvær ferðir. Trýst endarnir væl saman. Ger tað sama við øll hini stykkini, soleiðis at tú formar eina jólastørnu.

Lat heva í 45 minuttir undir einium klæði.

Set ovnin á 190 hitastig.

Pensla vjólastjørnuna ið eitt sindur av mjólk.

Baka í heitum ovni í 16-18 minuttir.

Jólastjørnan smakkar allarbest nýbakað.

Prei

Stroy eitt sindur av florsukri á bakaðu jólastjørnuna, so hevur tú rættiligan jólahugna!




Viðkomandi greinar