Soleiðis gert tú súrdeiggj
Matur

Soleiðis gert tú súrdeiggj

Mjøl og vatn – so einføld er uppskriftin til súrdeiggj. Blandar tú mjøl og vatn í umleið eins stórum mongdum og letur tað standa á køksborðinum í nakrar dagar, so kemur lív í. Og súrdeiggj ger veruliga títt heimabakaða breyð til nakað heilt serligt.
Eftir: Tóra Effersøe Mortensen 08.04.2020

Fyrr var vanligt í Føroyum at eiga súrdeiggj; og átti tú ikki súrdeiggj, so lænti tú frá grannakonuni, tá ið breyð skuldi bakast. Í dag er súrdeiggið blivið modernað, og vit leita í stóran mun aftur til røturnar, tá ið gott breyð verður bakað.

Hvat er súrdeiggj?
Súrdeiggj er ein samanseting av mjólkarsýrubakterium og gersoppum, sum verður nýttsum gangevni til breyðbakstur.

TÁ IÐ TÚ GERT SÚRDEIGGJ
Tað eru eins nógvar uppskriftir upp á súrdeiggj, sum til eru bakarar – tú skalt royna at finna eina uppskrift, sum hóskar til títt sinnalag og tað mjølið, tú altíð eigur í køksskápinum. Súrdeiggj kann vera tunt og tjúkt, men breyðið verður oftast betri, um súrdeiggið er tunt. Tað tekur umleið fimm seks dagar at byrja eitt súrdeiggj.

TILFAR
5 dl av vatni
150 g av grahamsmjøli
150 g av hveitimjøli

SOLEIÐIS GERT TÚ
Stoyt alt tilfarið í eitt stórt patentglas. Rør alt væl saman við skeið.

Set lok á – men skrúva tað ikki fast, lat luft sleppa til og frá. Sárdeiggið ger koltvísúrni, sum skal úr glasinum, so tað ikki spreingist.

Rør í tvær ferðir um dagin. Tað kann væl vera, at súrdeiggi. skilir seg, men tað ger einki, rør í tí og stoyt kanska eitt sindur av vætu frá.

Eftir fýra-fimm dagar stoytir tá 3/4 av súrdeigginum burtur og frískar súrdeiggi. upp við at geva tí 2,5 dl av vatni, 75 g av grahamsmjøli og 75 g av hveitimjøli. Lat súrdeiggið standa á køksborðinum, til tað byrjar at gera bløðrur og týðiliga hevur gingið – nú er taá klárt at baka við.

SOLEIÐIS PASSAR TÚ SÚRDEIGGIÐ
Reglan er, at tú skalt fríska súrdeiggið upp við somu mongd av mjøli og vatni sum mongdin, tú brúkar av súrdeigginum. Hetta súrdeiggi. verður frískað upp við vatni og hveitimjøli. Tað skalt tú allarhelst gera annan hvønn dag, og um tú ikki bakar so ofta, so stoytir tú bara eina mongd av súrdeiggi burtur og gevur tí somu mongd. Goym súrdeiggið á køksborðinum – ta. trívist best í umleið 20 hitastigum. Luktar tað av sterkum ediki, so treingir tað til at verða frískað upp.

Tú lærir skjótt títt súrdeiggj at kenna, og so finnur tú útav, hvussu ofta tað skal frískast upp. Tú kanst í veruleikanum næstan ikki gera nakað skeivt, og tað skal rættiliga nógv til, áðrenn súrdeiggið doyr og verður óbrúkiligt.

Baka lekkrar súrdeigsbollar - finn uppskriftina her!




Viðkomandi greinar