Sósir til mandlurísið - havtyrni, karamell og kirsuber
Matur
Sósir til mandlurísið - havtyrni, karamell og kirsuber
Skal mandlurísið verða við ella uttan mandlur? Skal kirsuberjasósin vera heit ella køld? Tú kennir svarið?! Men kanska tað verður í ár, tú fert at royna eina nýggja sós til mandlurísið jólaaftan. Vit geva tær tríggjar uppskriftir til lekkrar heimagjørdar sósir.
Eftir: Johanne Grove Lundgaard Myndir Amy Hansen 20.12.2022

Til 6 fólk

Mandlurís

Tilfar
180 gr av greytrísi
1 dl av vatni
1 l av bóndamjólk
4 dl av róma
100 gr av florsukri
1 vaniljustong
60 gr av mandlum

Soleiðis gert tú
Kóka greytrísini í vatninum í eini grýtu. Lat síðani vaniljukornini úr stongini og sjálva stongina í greytin saman við mjólkini. Kóka upp, meðan tú rørir í og lat smákóka í 40 - 60 minuttir, rør javnan í.

Tá ið greyturin er kókaður, so lat hann kólna.

Píska róman. Smutta mandlurnar og hakka tær grovt. Blanda florsukur, róma og mandlur í, tá ið greyturin er heilt kaldur.


Sós við havtyrni

Tilfar
200 gr av havtyrni (fryst)
1 dl av vatni
1 dl av sukri

Soleiðis gert tú
Kóka alt saman til ein tjúkkan sirop í eini grýtu.

Kirsuberjasós

Tilfar
200 gr av kirsuberum
120 gr av sukri
1 dl av vatni
Uml 1 ssk av maizena – sum er pískaður saman við eitt sindur av vatni

Soleiðis gert tú
Kóka alt uttan maizena upp í eini grýtu og lat smákóka í 10-15 min.
Javna síðani sósina við maizena.



Karamellsós

Tilfar
200 gr av sukri
50 gr av smøri
1,5 dl av pískiróma
Eitt sindur av havsalti

Soleiðis gert tú
Stoyt sukrið í eina pannu og lat tað karamellisera væl, ansa eftir, at tað ikki brennur og lat vera við at røra í, tí so koma lætt klumpar í. Tú kanst í staðin sveiggja pannuna varliga runt.

Tá ið alt sukrið er brúnt, rørir tú smørið í – eitt sindur í senn. Síðani róman – píska í, meðan tað kókar upp. Smakka til við havsalti.




Viðkomandi greinar