Tíverri var eitt mistak í prentaðu útgávuni av hesi lekkru uppskriftini í Kvinnu 4, har vit ikki høvdu søta kremið við. Her er er rætta útgávan.
Tú skalt tú brúka
60 g av eggjahvíta
60 g av sukri
15 g av reyðrótasaft (saft frá rivnum reyðrótum)
5 g av sitrónsaft
60 g av flormelisi
Soleiðis gert tú
Flys reyðrøtur og rív tær við einum rívijarni við einari skál undir, so tú fært alla saftina við. Trýst saftina úr rivnu reyðrótini, so tú fært saftina í eina skál.
Píska eggjahvítarnar, til teir skúma, og stoyt síðan sukrið í – píska marengsblandið stívt. Blanda reyðrótasaftina í og stoyt síðan flormelis í ígjøgnum eina sílu. Píska síðan aftur, til alt er væl blandað.
Ger marengs beinleiðis á eina bakarovnsplátu við bakipappíri – brúka eina súpiskeið til at gera marengsini. Baka á 90 stigum í vanligum ovni í tveir tímar.
Hybenrósuvatn
Heinta 4 hybenrósur, hála bløðini av og vaska tey í køldum vatni.
Kóka ein sukurlaka
100 g av sukri, 100 g av vatni. Kóka, til sukrið er upployst, og lat tað síðan kólna. Legg hybenrósubløðini í sukurlakan, tá hann er kólnaður, og legg film omaná. Set í køliskápið at trakta alla náttina.
Krem
20 g av hybenrósuvatni
5 fínthakkað bløð av rósunum, sum liggja í lakanum
100 g av rómaosti
150 g av róma
Korn frá einari vaniljustong
Soleiðis gert tú
Píska rómaosta saman við rósuvatninum og vaniljukornunum
Blanda kremið við hakkaðu hybenrósubløðunum
Píska róman stívan og blanda við restini
Borðreið
Hakka 50 g av myrkari sjokulátu og legg oman á marengsini. Legg síðan krem á og pynta við jarðberjum, hybenrósubløðum og til dømis gloym-meg-ei (hoylús).