Vatnmelón íspinnar
Matur
Vatnmelón íspinnar
Vatnmelón er saftmikil og leskandi, og júst tí er hon so væl hóskandi at frysta. Tað er einfalt, sunt og leskandi at fáa sær ein vatnmelónís – børnini elska tað, og um tú sjálv mungar eftir onkrum frískligum køldum, so kunnu hesir viðmælast.
Eftir: Tóru Effersøe Mortensen 17.07.2023

Soleiðis gert tú

Sker eina hálva ella eina heila vatnmelón í flísar á umleið 1,5 cm, sker síðan melónstykkini í smærri tríkantað stykkir. Sker eitt lítið kut miðskeiðis í vatmelónskalið og trýst íspinnin varliga í vatnmelónina. Fryst í  í minsta lagi 3 tímar – njót ein sólríkan summardag.

Prei
Ananas og banan kunnu eisini frystast á pinni – og um tú vilt gera eitt sindur eyka burturúr, so kanst tú stroya eitt sindur av kokusmjøli á fruktstykkini.




Viðkomandi greinar