
Móti
Føroysk sniðgáva fyri eyka góðan prís
Hóskvøld við boblum og onkrum søtt afturvið og við shopping
Føroyska klædnamerkið EINSTAKT hevur "Sample Sale" av pløggum frá fyrrverandi og núverandi kóllektionum - til "Sample Sale" hevur tú møguleika at ogna tær einstøk royndarpløgg, sum hava uppruna í sniðgevingartilgongdini - til ein heilt serligan prís.
Hetta verður í handlinum hjá EINSTAKT í Niels Finsens Gøtu 10 í Havn hóskvøldið 27. mars kl. 19 og heldur fram til og við leygardagin.
Tað er Beinta Poulsen, sum í 2006 byrjaði klædnamerkið Soul Made, sum í dag eitur EINSTAKT.
