Klædnaskápið hjá Birnu Vatnhamar
14 myndir
Klædnaskápið hjá Birnu Vatnhamar
Eftir: 19.03.2025

Í klædnaskápinum hjá Birnu Vatnhamar í Leirvík finnur tú øðrvísi snið og litir. Hon elskar alt frá G&G, buksudraktir, smúkkur og tilhoyr, men hon fer helst ikki í stilettir, tí tað er umráðandi, at hon følir seg væl til passar í tí, hon er í. Og so er hon so góð við síni pløgg, at hon ongantíð turkar nakað í turkitrumluni.

Fakta
Birna Vatnhamar sum námsfrøðingur í vøggustovu og býr í Leirvík saman við manni sínum, Sølva, og børnunum, Davidi, Bergi og Karini.

Stílurin hjá mær er ... ógvuliga skiftandi. Eg veit ikki, um eg bara havi ein stíl! Eg eri tann typan, sum kann fara í nógv ymisk klæðir.  Mær dámar væl avslappandi klæðir, sum ikki sita ov tætt, joggingklæðir, síðar frakkar og einar góðar skógvar.

Tá eg keypi skógvar, fari eg eftir ... skóm, sum eru góðir at ganga í. Fyri meg mugu skógvar vera góðir at ganga í, og eg vil helst hava einar sneakers ella skógvar, sum ikki hava ov høgan hæl. Eg trúgvi ikki ordiliga upp á hatta har við, at “man må lide for skønheden”. Eg geri alt tað, eg kann, fyri at sleppa undan stilettum.

Litir eru ... ofta tengdir at veðrinum. Eg eri ikki typan, sum eri til ein lit, tá tað kemur til klæðir. Eg fái tó ofta at vita, at grønt riggar best til mín, tí eg havi so grøn eygu. Men fyri meg hevur veðrið nógv at siga. Um veturin eri eg nokk mest í jarðlitum. Og so skjótt summarið kemur, elski eg at fara í klæðir við pastell-litum.

Eg hevði ongantíð farið í ... tú skalt jú ongantíð siga ongantíð, men neon-litir er altso ikki akkurát eg. Og eg geri alt tað, eg kann fyri at sleppa undan at fara í stiletter. Tá eg bleiv gift, fór eg í stiletter, men so skjótt vit komu úr kirkjuni, fór eg í einar sneakers og var í teimum alt kvøldið.

Birna um ...

Smúkkur ...

Eg elski smúkkur! Bæði gull og silvur. Sum áður nevnt, so eri eg sera góð við míni ting. Eg eigi nógvar smúkkur, sum hava nógv at siga fyri meg. Bæði við søgu og fortíð. Eg var abbasa genta og havi arvað hansara giftiring. Hann havi eg ætlanir um at smelta um til eina smúkku til mín. Eisini eigi eg ein grønlendskan thulemand. Eg var so heppin at kunna keypa hann á rótikassanum frá einari fittari konu, sum spurdi meg persónliga, um eg vildi keypa hann. Hann eri eg sera glað fyri, tí hann minnir meg um ommu mína, sum eisini átti ein.

Mamma mín hevur eisini givið mær ymiskar smúkkur. Eitt nú ein gullring, sum hon fekk í konfirmatiónsgávu. Og maður mín hevur keypt mær ymiskar smúkkur gjøgnum árini.

Tilhoyr ...

Eg haldi, at tað piftar eitt sett upp, um tú fert í ymiskar smúkkur til. Eg brúki altíð mítt Michael Kors ur, tvær gull-hálsketur og mín gifti- og forlovilsisring. Havi eisini altíð oyrnalokkar í oyrunum. Eg skifti ímillum silvur- og gull-oyrnaringar og -hálsketur, alt eftir hvørjum klæðum eg eri í. Eg havi sum oftast hárið í einum frísutum toppi/hala, men kann eisini brúka hárboylar. Eri ikki typan, sum brúkar tasku, men eg havi eina frá Hugo Boss, sum eg bert brúki, um eg skal okkurt serligt.

Kjólar ...
Eg vil heldur siga buksudrakt! Eg elski at fara í eina buksudrakt, og eg eigi bæði fínar og gerandisligar.

Myndir
14 myndir

Míni yndismerki eru ... Guðrun&Guðrun, Monki, Zara og Hunkøn. Eg nevni Guðrun&Guðrun fyrst, tí mær dámar so ótrúliga væl stílin, og tí tað er eitt stórt pluss fyri meg, at klæðini verða burðardygt framleitt.

Nýggjasta keypið hjá mær er ... tvær sprøklutar buksudraktir fra Monki, sum eg keypti í vár, tá eg var ein vikuskiftistúr í Danmark saman við starvsfeløgunum. Tá eg eri í Danmark, er tað eitt mást hjá mær at fara inn í Monki.

Besta keypið hjá mær er ... ikki bara eitt, men um eg SKAL nevna eitt, so er tað nokk mínar zebrabuksur frá Guðrun&Guðrun. So skjótt eg blívi eitt sindur køld, so er tað fantastiskt at fara í tær buksurnar. Tær eru so bleytar og góðar at vera í!

Míni yndispløgg eru ...  Men mær dámar ómetaliga væl øll míni kæðir frá Guðrun&Guðrun. Eisini buksudraktirnar frá Hunkøn, og eg eri sera glað fyri svørtu buksudraktina, sum mamma mín brúkti, tá hon var ung. Eg eri eisini ógvuliga góð við øll míni klæðir. Nógv av mínum klæðum havi eg átt í fleiri ár. Eg hugsi meg altíð um, hvussu klæðini skulu vaskast og einki fer í turkitrumlina!

Eg finni íblástur ...  millum annað á Instagram. Gliturdraktina frá Hunkøn havi eg keypt mær, tí eg sá á Instagram, at danska songkvinnan, Mette Lindbeg, var í henni til eina myndatøku. Mær dámdi hana so væl, at eg fór beint at googla hana og fann hana til sølu á netinum. Eisini fái eg íblástur frá heimasíðunum hjá teimum merkjunum, mær dámar best.