Klædnaskápið hjá Miu Staksá á Tjaldrafløtti
11 myndir
Klædnaskápið hjá Miu Staksá á Tjaldrafløtti
Eftir: Eftir Anniku Kunoy Im  Myndir Klara Johannesen   08.01.2025

Klædnaskápið hjá Miu Staksá á Tjaldrafløtti er á tremur við øllum møguligum góðum og blandaðum, men hon veit júst, hvat henni dámar - og ja, tað er eitt sindur av hvørjum. Tað er tí torført at seta hana í ein bás, tí hon elskar litir, mynstur, stuttligar samansetingar og øðrvísi tvist.

Navn: Mia Staksá á Tjaldrafløtti

Yrki: Sjálvstøðug hárfríðkanarkvinna

Hjúnastøða: Gift

Børn: Mamma at tveimum dreingjum

Kanst tú lýsa tín persónliga stíl?

– Mær dámar eitt sindur av øllum stílsløgum, og eg blandi ofta ymsar stílar. Persónligi stílurin hjá mær fevnir breitt og ber brá av tí ráa, street og boheme. Onkuntíð er hann eitt sindur funky-femininur eisini. Eg fylgi onkuntíð mótarákum, men ikki altíð, tí eg haldi meg eisini til tað, sum eg veit, mær dámar.

– Mær dámar væl gamlar oversize jakkar, stuttligar skjúrtur, heimabundnar ella vintage troyggjur og eitt sindur av flesum. Tað má tó ongantíð blíva ov klassiskt, ov ordiligt ella ov pent. Eru klæðini fín, dámar mær væl at hava eitt stuttligt ella øðrvísi tvist og at leggja dent á tað skeiva - eisini tá tað snýr seg um hársnið og make-up. Eg eri kreativ, og tí dámar mær illa at verða sett í bás, tá tað snýr seg um stíl.

– Eg seti eisini ofta klæðir saman á óvæntaðan hátt. Eg geri tað kanska ótilvitað, tí eg sjálv haldi, at tað sær kul út. Eg brúki ofta ull, sum eg seti saman við øllum, so sum leðri ella kovboy, silki ella blondum. Eg fái tó onkuntíð viðmerkingar frá øðrum um, at tað ikki riggar, ella eg verði spurd, um eg veruliga meini tað av álvara. Tær viðmerkingarnar leggi eg ikki so nógv í, tí mær dámar, tá stílarnir bresta saman. Tað havi eg altíð gjørt.

Hvaðani fært tú íblastur?
– Eg hyggi altíð í mótabløðini og fylgi eisini eitt sindur við í, hvat rørir seg, tá mótavikurnar eru. Eg hyggi nógv at fólki og fái tilvitað og ótilvitað íblástur frá øðrum kring meg, tá eg eri til arbeiðis og á Instagram ella Pinterest. Tá eg fái íblástur, fái eg hug at vera kreativ og royna okkurt nýtt ella øðrvísi. Eg lati meg tó nógv í eftir kenslunum, og eg kann ikki velja klæði í dag til eina veitslu, sum stendur fyri framman um eina tíð, tí eg skifti heilt vist meining fleiri ferðir.

Hvørjum fert tú eftir, tá tú keypir klæði?
– Fyrst og fremst velji eg tað, sum eygað fangar, og so má eg sleppa at føla góðskuna á klæðunum móti kroppinum eisini, og tí keypi eg sjáldan á netinum. Seinastu árini eri eg farin at hugsa meir um at keypa klædnagóðsku, sum heldur í longri tíð.

– Eg eri hárfríðkanarkvinna, og tí oyðileggjast klæðini hjá mær eisini ofta, tá liting og annað kemur á tey. Tí føli eg ofta, at tað er torført at úttrykkja meg til fulnar, tá eg eri til arbeiðis, tí eg spari klæðini, mær dámar allarbest, og eg velji ofta litrík og sprøklut klæði, so blettir ikki síggjast eins væl. Hinvegin er tað eisini umráðandi, at eg hugsi um, hvat eg eri í, og hvat eg úttrykki, tí eg sum frisør eisini eri ein fyrimynd.

– Mær dámar eisini væl at vera kreativ og binda. Eg havi bundið fleiri kular troyggjur. Tann nýggjasta er ein beige-litt við stuttum ermum og gullkanti. Og so havi eg eisini nakrar yndis vintage troyggjur, sum eg ofta velji, tá eg vil dressa okkurt upp ella niður. Eg brúki serstakliga nógv eina blóðreyða, eina svarta við paillettum og eina hvíta við broderingum.

Hvat dámar tær litir?
– Hyggi eg í skápið, eru alskyns litir umboðaðir. Eg elski stuttlig mynstur og nógvar litir, og eg eri sjáldan bara í svørtum. Hóast mær dámar allar litir, felli eg ofta fyri hvítum, reyðum, brúnum og gulum. Eg eigi nógv hvít pløgg og fleiri skjúrtur við bæði reyðum og gulum í.

Hvat hevði tú ongantíð farið í?

– Svartar Adidas joggingbuksur við strípum á. Tað havi eg tilvitað valt ikki at fara í, tí tað brúka øll í øllum aldri.

Hvat er á ynskilistanum hjá tær?
– Eg ynski mær ein stóran brúnan blazara - puntutan ella stríputan. Eg havi ikki funnið tann rætta enn, so eg veit ikki, hvør tað verður. Eg ynski mær eisini ein leðurjakka, og eg havi leitað í tvey ár eftir tí rætta, men teir, sum eru í mótamyndini nú, eru ov poleraðir til mín smakk. Eg eigi ein, sum eg keypti frá Deadwood í Svøríki úr endurnýttum leðri, og hjá teimum er eingin jakki eins, tí teir verða seymaðir ein og ein. Eg elski hann, men hann er so slitin nú. Besta boð er óivað at fara aftur til Svøríkis og keypa mær ein nýggjan frá teimum.

Brúka tú ofta smúkkar?

– Í gerandisdegnum havi eg bert giftingarringin og onkrar oyralokkar. Eg eigi ikki so nógvar smykkur í góðari góðsku, men eg vænti, at tann samlingin fer at vaksa við árunum, tí mær dámar væl smykkur. Tá eg skal pynta meg, havi eg altíð onkrar smykkur, og mær dámar best gull. Eg haldi tó, at av tí, at klæðini hjá mær ofta larma eitt sindur, so hevði tað lættliga verið ov nógv, um eg eisini hevði brúkt eina rúgvu av smykkum.

– Eg eigi tó eini 10-15 pør av brillum, og eg velji eisini brillur til klæðini, eg fari í, og eg eri eisini make-up artist og brúki eisini nógv make-up til at úttrykkja meg við.

Myndir
11 myndir

– Eg elski bæði kjólar og skjúrt og brúki tað nógv. Eg eigi rættiliga nógvar kjólar í øllum møguligum sniðum og litum. Onkuntíð brúki eg nógv fótsíðar kjólar, og so eru tíðarskeið, eg brúki meir skjúrt. Eg havi ein go-to sprøklutan kjóla, sum eg altíð detti aftur á. Mær dámar væl, at hann er oversize, og at hann bæði hevur nógvar litir og mynstur.

Hvørji eru tíni yndismerki?
– Tað er ymiskt og breitt. Eg havi ikki eitt einstakt merki, mær dámar best, men skal eg velja úr rúgvuni, má eg nevna Crās, sum dámar mær væl, tí tey klæðini eru í góðari góðsku, og tey eru ofta oversize. Ganni dámar mær eisini, tí tey klæðini eisini ofta eru øðrvísi, stór og hava stuttlig mynstur. Zara, Second Female og Monki dámar mær eisini, tí har finni eg ofta okkurt. So brúki eg altíð Dr. Martens skógvar, og eg elski Guðrun & Guðrun, Stine Goya og Calvin Klein!

Nýggjasta keypið?

– Eg havi fyri stuttum keypt trý pløgg, sum eg eisini vænti, at eg fari at brúka ordiliga nógv. Tað fyrsta er ein hvít skjúrta frá Crās við kirsuberum á, stórum ballónermum og dúki framman. Hitt er ein lekkur brún heildrakt frá Gustav, sum eg keypti fyri gávukort, eg fekk frá manninum í føðingardagsgávu. Mær dámar eisini ómetaliga væl draktir, og hana eri eg so glað fyri. Eg havi eisini nýliga keypt eina deiliga pull-over frá Calvin Klein.

Mær dámar væl at brúka tilhoyr til hárið, so sum turban, hárboylar, scrunchies ella hárspenni.

Mær dámar væl at brúka tilhoyr til hárið, so sum turban, hárboylar, scrunchies ella hárspenni.

– Eg eigi ómetaliga nógvar skógvar av alskyns slagi - í øllum førum eini 70 pør; sneakers, Dr. Martens, stilettir, stivlar... ja, alt. Eg eri púra býtt í skóm, men av tí at eg havi ein stóran vírik á høgra fóti, brúki eg mest sneakers og Dr. Martens. Men eg brúki eisini ofta skógvar, sum ikki eru so góðir at vera í. Onkuntíð má eg jú pínast fyri vakurleikan - ella fyri lookið. Eg havi tó nýliga keypt einar hvítar Salmon sneakers. Tað er besta keypið í longri tíð.

Hvat er títt yndisplagg?

– Eg eri so glað fyri mín brúna trench coat frá Object, og eg havi brúkt hann, síðani eg keypti hann fyri hálvum ári síðani. Eg havi eisini tríggjar frakkar, sum langommurnar hjá mær hava átt, sum eg eri ómetaliga glað fyri, tí teir eru so kul, einstakir og øðrvísi. Eg eigi eisini einar penar ballónbuksur frá Day by Malene Birger, sum eg havi átt í eini átta ár. Tær eru í góðari góðsku, og eg brúkti tær til øll høvi og dressi tær bæði upp og niður. Og so havi eg ein langan ullintan vest frá Zara, sum eg havi átt í níggju ár, og sum eg somuleiðis brúki bæði til gerandis og fínt brúk. Hann eri eg glað fyri. Eg elski eisini hvítu skjúrtuna við kirsuberum á, sum eg havi funnið í endurnýtslu.