Í Føroyum eru vit heimsmeistarar í binding, og fleiri okkara minnast, tá ið omma ella mamma okkara tolin førdi smáu barnahendurnar gjøgnum rørslurnar við stokkunum; stokkin í, tráðin um, eygað undir og so av. Umaftur og umaftur, til tað sat. Akkurát, sum vit eisini hava gjørt við okkara smáu. Soleiðis er bindimentanin natúrliga arvað frá einum ættarliði til tað næsta. Virðið í hesum er stórt. Tí binding er meiri enn bert praktikalitetur, vísir granskingin. Binding sambindur okkum, binding savnar okkum, binding kveikir okkum og binding sissar okkum. Ja, í veruleikanum er binding heilsufremjandi.
Og hetta er júst tað, vit vilja við hesum fittliga bókasininum, ið vit hava fylt við spennandi bindiuppskriftum, løttum og smakkfullum mati til hugnaligu bindiklubbakvøldini í góðum selskapi og eisini við kveikjandi greinum um binding og bindigleði.
Góðan bindihug ...
Maria, Annika, Armgarð og Tóra
"Rætt & Rangt" fæst í sølubúðum kring landið - men tú kanst eisini keypa tað her!