Nú eru vit á Kvinnu í luftini við nýggjari poddvarpsrøð, og vit fara at snakka um skíggjabørn. Hetta poddvarpið er til tín, sum ynskir at skilja og stuðla børnunum í einum tøkniligum heimi við alskins møguleikum og avbjóðingum.
Hoyr fyrsta part her
Um poddvarpið
Í poddvarpsrøðini Skroll og spæl royna vit at skilja, hvussu børn og ung uppliva tøknina og talgilda heimin. Vit vilja skapa forstáilsi fyri teirra vanum, tørvi og upplivingum, soleiðis at vit kunnu byggja brýr millum ættarliðini og stuðla okkara børnum til tryggari og sunnari nýtslu.
Vertirnir Annika Kunoy Im og Tóra Effersøe Mortensen varpa í 5 pørtum ljós á, hvussu tøknin ávirkar sosialu, kensluligu og lærandi menningina hjá børnum okkara, og við hjálp frá serfrøðingum og einum ungdómspaneli verður lagt upp til kjak, sum byggir á dialog, forstáilsi og ítøkilig ráð – uttan at døma ella moralsera.
Poddvarpið er stuðlað av Føroya Tele.