Poddvarp
Mamma, hetta mást tú vita um gaming ...
Lurta eftir 2. parti av poddvarpsrøðini "Skroll & spæl"
31.01.2025

Gaming er nógv meira enn bara eitt spæl. Hjá nógvum børnum og ungum er tað ein stórur partur av teirra gerandisdegi - eitt stað, har tey spæla og eru saman við vinum. Men hvat merkir gaming fyri børnini? Hvussu kunnu foreldur skilja hetta universið? Og hvussu finna vit eina góða javnvág millum gaming og aðrar aktivitetir í lívinum?

Í hesum partinum av Skroll & spæl tosa vit við Vivian Sundstein, sum er mamma Jóhan Sundstein - betur kendur sum NOtail, ein av heimsins bestu gamarum. Hon deilir sínar royndir við at verða foreldur hjá einum barni, sum gjørdi gaming til eina yrkisleið, og hon gevur góð ráð til, hvussu vit kunnu skilja okkara børn, sum gama. 

Vit hoyra eisini aftur frá okkara barnapaneli, og tey greiða frá, nær tey byrjaðu at gama, hvussu nógv tey gama, hví gaming er so fangandi og hvussu tað onkuntíð skapar konfliktir heima.

Til endans fáa vit góð ráð frá Súsonnu í Króki frá SSP, sum greiðir frá, hvussu vit kunnu verja børnini, meðan tey spæla á netinum, og hvussu vit skapa eina góða gamingmentan heima.

 

Hoyr 2. part her



Um poddvarpið
Hetta poddvarpið er til tín, sum ynskir at skilja og stuðla børnunum í einum tøkniligum heimi við alskins møguleikum og avbjóðingum.

Í poddvarpsrøðini Skroll og spæl royna vit at skilja, hvussu børn og ung uppliva tøknina og talgilda heimin. Vit vilja skapa forstáilsi fyri teirra vanum, tørvi og upplivingum, soleiðis at vit kunnu byggja brýr millum ættarliðini og stuðla okkara børnum til tryggari og sunnari nýtslu.

Vertirnir Annika Kunoy Im og Tóra Effersøe Mortensen varpa í 5 pørtum ljós á, hvussu tøknin ávirkar sosialu, kensluligu og lærandi menningina hjá børnum okkara, og við hjálp frá serfrøðingum og einum ungdómspaneli verður lagt upp til kjak, sum byggir á dialog, forstáilsi og ítøkilig ráð – uttan at døma ella moralsera.

Poddvarpið er stuðlað av Føroya Tele. 

 




Viðkomandi greinar