Tú heldur kanska, at tað ikki kann raka títt barn. Men í skrivandi stund hevur politiið í Føroyum fleiri enn 300 opin mál, har børn annaðhvørt eru komin í ótryggar støður online - ofta við vaksnum, tey hava møtt á netinum - ella sjálvi hava gjørt okkurt ólóligt.
Í hesum partinum av Skroll & spæl tosa vit um seksualitet, lokking og at seta mørk í einari talgildari verð. Vit hoyra aftur frá okkara ungdómspaneli, og tey greiða frá, hvussu tað kennist at vera ungur í einum talgiltum heimi, har tú eisini skalt duga at seta mørk.
Vit tosa eisini løgreglukvinnurnar, Rosu Eyðfinsdóttir og Lindu Leonsson, sum greiða frá hvussu støðan sær út í Føroyum í dag, tá ið tað snýr seg um børn, sum verða offur fyri pædofilum á netinum.
Eisini hoyra vit frá Sáru Gullfoss, heilsufrøðingi, sum setur orð á, týdningin av at læra børnini at seta mørk - og tosa um kropp og nærleika.
Hoyr 5. part her
Um poddvarpið
Hetta poddvarpið er til tín, sum ynskir at skilja og stuðla børnunum í einum tøkniligum heimi við alskins møguleikum og avbjóðingum.
Í Skroll & spæl royna vit at skilja, hvussu børn og ung uppliva tøknina og talgilda heimin. Vit vilja skapa forstáilsi fyri teirra vanum, tørvi og upplivingum, soleiðis at vit kunnu byggja brýr millum ættarliðini og stuðla okkara børnum til tryggari og sunnari nýtslu.
Vertirnir Annika Kunoy Im og Tóra Effersøe Mortensen varpa í 5 pørtum ljós á, hvussu tøknin ávirkar sosialu, kensluligu og lærandi menningina hjá børnum okkara. Við hjálp frá serfrøðingum og einum ungdómspaneli verður lagt upp til kjak, sum byggir á dialog, forstáilsi og ítøkilig ráð – uttan at døma ella moralsera.
Klipt og lagt til rættis hevur Annika Kunoy Im.
Poddvarpið er stuðlað av Føroya Tele.