Poddvarp
Snapchat – øll eru har!
Lurta eftir 4. parti av poddvarpsrøðini "Skroll & spæl"
14.03.2025

Snapchat er ein av teimum mest brúktu appunum hjá børnum og ungum í dag. Tey tosa saman, senda myndir, gera streaks – men hvussu ávirkar hetta teirra sosiala lív, sjálvsfatan og trivnað?

Í hesum partinum hoyra vit aftur røddirnar hjá okkara barnapaneli, sum greiða frá, hvussu tey brúka Snapchat sum eitt sosialt amboð, men eisini hvussu trýst og ótryggar støður kunnu stinga seg upp.

Vit hava eisini tveir serfrøðingar við okkum: Elisabeth Gaard, sernámsfrøðiligur ráðgevi og mamma at trimum børnum, sum tosar um leiklutin hjá foreldrum í einari digitalari tíð, og Svanna Jákupsdóttir, sálarfrøðingur, sum gevur okkum innlit í, hvussu sosialir miðlar ávirka børn og ung sálarliga.

 

Hoyr 4. part her 

Um poddvarpið

Hetta poddvarpið er til tín, sum ynskir at skilja og stuðla børnunum í einum tøkniligum heimi við alskins møguleikum og avbjóðingum.

Í Skroll & Spæl royna vit at skilja, hvussu børn og ung uppliva tøknina og talgilda heimin. Vit vilja skapa forstáilsi fyri teirra vanum, tørvi og upplivingum, soleiðis at vit kunnu byggja brýr millum ættarliðini og stuðla okkara børnum til tryggari og sunnari nýtslu.

Vertirnir Annika Kunoy Im og Tóra Effersøe Mortensen varpa í 5 pørtum ljós á, hvussu tøknin ávirkar sosialu, kensluligu og lærandi menningina hjá børnum okkara. Við hjálp frá serfrøðingum og einum ungdómspaneli verður lagt upp til kjak, sum byggir á dialog, forstáilsi og ítøkilig ráð – uttan at døma ella moralsera.

Klipt og lagt til rættis hevur Annika Kunoy Im. 

Poddvarpið er stuðlað av Føroya Tele.





Viðkomandi greinar