Poddvarp
TikTok og YouTube ættarliðið
Lurta eftir 3. parti av poddvarpsrøðini "Skroll & spæl"
07.02.2025

YouTube og TikTok eru tveir av teimum mest brúktu sosialu miðlunum hjá børnum og ungum í dag. Hvat er tað, sum ger teir so fangandi? Og hvussu ávirka teir okkara børn – bæði positivt og negativt?

Í hesum partinum hoyra vit aftur røddirnar hjá okkara barnapaneli, sum tosa um, hvussu tey brúka Youtube og TikTok. Vit hava eisini tveir serfrøðingar við okkum: Tóri Slættalíð, serfrøðingur innan KT-didaktik, og Súsanna í Króki, SSP-ráðgevi. Tey greiða frá, hvussu hesir miðlarnir virka, og hví teir eru so dragandi  - og so fáa vit góð, praktisk ráð til trygd og skíggjamentan.

 

Hoyr 3. part her

 

 

Um poddvarpið
Hetta poddvarpið er til tín, sum ynskir at skilja og stuðla børnunum í einum tøkniligum heimi við alskins møguleikum og avbjóðingum.

Í poddvarpsrøðini Skroll og spæl royna vit at skilja, hvussu børn og ung uppliva tøknina og talgilda heimin. Vit vilja skapa forstáilsi fyri teirra vanum, tørvi og upplivingum, soleiðis at vit kunnu byggja brýr millum ættarliðini og stuðla okkara børnum til tryggari og sunnari nýtslu.

Vertirnir Annika Kunoy Im og Tóra Effersøe Mortensen varpa í 5 pørtum ljós á, hvussu tøknin ávirkar sosialu, kensluligu og lærandi menningina hjá børnum okkara, og við hjálp frá serfrøðingum og einum ungdómspaneli verður lagt upp til kjak, sum byggir á dialog, forstáilsi og ítøkilig ráð – uttan at døma ella moralsera.

Poddvarpið er stuðlað av Føroya Tele. 




Viðkomandi greinar