Poddvarp
Systralag: Gunn Hernes
10.03.2023

LURTA HER

3. partur - Gunn Hernes

Her er triði parturin av poddvarps-røðini Systralag. Í hesum partinum vitjar 48 ára gamla Gunn Hernes okkum á Kvinnu-redaktiónini.

Hóast tað er vorðið betri við tíðini, liggur tíverri ein sannleiki í útsagnini 'kvinde er kvinde værst'. Ofta snýr tað seg um, at vit kvinnur heldur vilja varðveita valdið, tá vit endiliga fáa tað, enn at taka aðrar kvinnur við okkum á leiðini. Orsøkin er ofta, at hesi støðini við valdi eru mansdominerandi. Vit eru komnar langt, ja, men vit hava samstundis nógv at arbeiða við. Vit eiga allar at leggja okkum í geyma at tosa hvørja aðra upp, hugleiðir Gunn millum annað í áhugaverdu samrøðuni um systralag.

Men tá Gunn kom til Føroya á vári í 2018, kom hon til til eitt nýtt land, ein nýggjan bý, eitt nýtt mál og nógv annað nýtt. Men hon treivst væl í nýggja heimbýnum, har serliga ein kvinna tók eyka væl ímóti henni og inkluderaði hana í felagsskapinum.

- Grundleggjandi relatiónir eru ógvuliga umráðandi, tá tú kemur sum tilflytari til eitt nýtt land, og tað var tað, eg merkti við hesi relatiónini, sigur Gunn.

Og tað var júst hendan kvinnan, sum Gunn vildi viðurkenna og takka í hesum partinum av Systralag. Kvinnan varð tikin á bóli við eini stórari bukett av várligum og vælangandi blómum frá blómuhandlinum Árstíðunum.


Gunn Hernes og Bette Johansen, sum fekk handan eitt varkurt blómutyssi frá Árstíðunum