LURTA HER
2. partur - Marianna Winter
So er annar partur av poddvarpsrøðini, Systralag, tøkur. Hesu ferð tosa vit við 23 ára gomlu Hoyvíksdamuna, Mariannu Winter, sum er eitt av teimum heilt spennandi nøvnunum í føroyskum tónleiki júst nú.
Í hesum partinum tosar Marianna millum annað um dugnaligar, sterkar og stórar kvinnuligar persónligheitir bæði í familjuni og millum vinkonurnar. Tað er umráðandi fyri tær - bæði millum familju og vinkonur - at stuðla hvørji aðrari og møta upp til tiltøk og framførslur hjá hvørjari aðrari. Tað er tó ikki trotur á plássi millum allar tær sterku kvinnurnar í hennara lívi, tí sum hon sjálv sigur, so víðkast plássið í og við, at fleiri kvinnur leggjast til.
Marianna vildi - við vøkrum og vælangandi blómum frá Árstíðunum - gleða og takka eini sterkari kvinnu, sum hon hevur havt nær at sær alt lívið.
Ása H. Ellefsen við blómutyssi frá Árstíðunum, sum ommudóttirin, Marianna Winter, gav henni