Poddvarp
Systralag: Steintóra Gleðisheygg Joensen
11.03.2023

LURTA HER

4. partur - Steintóra Gleðisheygg Joensen

Í 4. og-  í hesum umfarinum - seinasta parti av Systralag vitjar 31 ára gamla Steintóra Gleðisheygg Joensen, prestur, okkum á Kvinnu-redaktiónini.

Tað var í 1977, at fyrsti kvinnuligi presturin kom til. Tað er í veruleikanum ikki so langt síðani, og tí er tað eisini umráðandi, at prestar stuðla hvørji aðrari, greiðir hon frá.

Steintóra hevur brúkt sínar kvinnuligu kollegar til at spyrja um alt møguligt, so sum hvat hon skal fara í undir prestakjólan, so tað ikki verður ov heitt ella kalt, hvat hon kann loyva mær av til dømis neglalakki ella hárprýði, ella um hvussu hon best skipar jarðarferðir ella leggur bønir til rættis.

Steintóra valdi at yvirraska ein kvinnu, ið tók óvanliga væl ímóti sær, tá hon tók við embætinum sum prestur fyri tveimum árum síðani og sum hevur tænt í kirkjuni á ymsan hátt í fleiri enn 40 ár.

Lurta eftir øðrum partum í røðini Systralag her!


Steintóra Gleðisheygg Joensen og Erna Hovgaard, sum fekk handan eitt varkurt blómutyssi frá Akkuleyu