Vit snakka um pengar
Hoyr 5. partin her
Lurta við meðan vit saman finna útav, hvat skal til av fígging fyri at kunna seta búgv í dag. Vit tosa eisini um, hvussu umráðandi tað er, at tú og bankaráðgevin hava álit á hvørjum øðrum, og at samskiftið tykkara millum er opið.
Vertir eru Annika Kunoy Im og Tóra Effersøe Mortensen. Við okkum í poddinum eru Miriam Hentze Johannesen, sum lutar av egnum royndum, nú hon fyri kortum sjálv hevur verið í eini byggitilgongd og Alice Fredriksberg, bankaráðgevi.
Parturin er stuðlaður av Betri Banka.
Um røðina
Vit snakka um pengar er poddvarpsrøð hjá Kvinnu í níggju pørtum. Gjøgnum hesar níggju partarnar kava vit í evnið pengar við eini vón um, at vit fáa svar uppá spurningarnar, sum vit ofta ikki tora at spyrja, gerast klókari um okkara egnu viðurskifti og standa á einum sterkari økonomiskum grundvølli við betri vitan og fortreytum.
Fyrstu tríggir partarnir eru um pensjón, síðan eru tríggir partar um bankaviðurskifti og til endans tríggir partar um trygging.