Vit snakka um pengar
Hoyr 4. partin her
Hevur tú lurtað við í poddvarpsrøðini hjá okkum um pengar? Nú fara vit aftur at snakka um pengar...
Nú skifta vit evni eitt sindur, men ikki heilt. Vit snakka enn um pengar, men nú fara vit inn í bankan at tosa um fíggjarviðurskifti. Tað er næstan einki, sum er so privat sum persónligu fíggjarviðurskifti, men hetta vilja vit kortini tosa um og viðgera. Tað fara vit at gera komandi tríggir partarnar.
Vit byrja við at tosa um eginbúskap, og vit fara at tosa um alt frá fíggjarviðurskiftum til uppsparingar og børn og pengar.... og so hava vit eisini innputt frá tykkum lurtarum frá IG.
Gestur er Alice Fredriksberg, bankaráðgeva frá Betri Banka
Vertir eru Tóra Effersøe Mortensen og Annika Kunoy Im. Parturin er stuðlaður av Betri Banka.
Fyrstu tríggjar partarnar tosaðu vit um pensjón, og teir tríggir partarnir eru tøkir á heimasíðuni hjá Kvinnu, Spotify og Apple Podcast.
Um røðina
Vit snakka um pengar er poddvarpsrøð hjá Kvinnu í níggju pørtum. Gjøgnum hesar níggju partarnar kava vit í evnið pengar við eini vón um, at vit fáa svar uppá spurningarnar, sum vit ofta ikki tora at spyrja, gerast klókari um okkara egnu viðurskifti og standa á einum sterkari økonomiskum grundvølli við betri vitan og fortreytum.
Fyrstu tríggir partarnir eru um pensjón, síðan eru tríggir partar um bankaviðurskifti og til endans tríggir partar um trygging.