Poddvarp
Kom við á fund hjá pensjónsráðgeva
Lurta eftir 2. parti av poddvarpsrøðini "Vit snakka um pengar"
23.11.2023

Vit snakka um pengar

Hoyr 2. partin her

Í hesum partinum eru Guðrun Joensen, pensjónsráðgevi í Betri Pensjón, og stjórin í Økisnavn, Guðrun Poulsen, ið eisini hevur lisið vinnubúskap og samskifti, gestir.

Lurta við, nú vit aftur fara at tosa um pensjónina, men eisini um váðastøði og tryggingar. Pensjónsráðgevin greiðir frá, hvat er hvat - og hvat vit eiga at hugsa um og ikki minst taka støðu til hesum viðvíkjandi. So hevur Guðrun Poulsen eisini nakrar spurningar til pensjónsráðgevan - og tú sleppur við á tann fundin!

Gleð teg!

Vertir eru Tóra Effersøe Mortensen og Annika Kunoy Im. Parturin er stuðlaður av Betri Pensjón.



Til ber at lurta eftir poddvarpinum á heimasíðuni hjá Kvinnu, á Spotify og Apple Podcasts.

Hoyrdi tú ikki fyrsta partin? Lurta her.

Triðji partur kemur í luftina hósdagin 30. november.

Um røðina

Vit snakka um pengar er poddvarpsrøð hjá Kvinnu í níggju pørtum. Gjøgnum hesar níggju partarnar kava vit í evnið pengar við eini vón um, at vit fáa svar uppá spurningarnar, sum vit ofta ikki tora at spyrja, gerast klókari um okkara egnu viðurskifti og standa á einum sterkari økonomiskum grundvølli við betri vitan og fortreytum.

Fyrstu tríggir partarnir snúgva seg um pensjón, síðan koma tríggir partar um bankaviðurskifti og til endans tríggir partar um trygging.




Viðkomandi greinar