Poddvarp
Pensjónin - og munurin millum kynini
Lurta eftir fyrsta parti av poddvarpsrøðini "Vit snakka um pengar"
17.11.2023

Nú eru vit á Kvinnu í luftini við nýggjari poddvarpsrøð, og vit fara at snakka um pengar. Hetta er ein spennandi poddur um eitt evni, sum vit í stóran mun snakka alt ov lítið um, men sum vit allar í meira ella minni mun vita, at vit áttu at snakka nógv meira um.

Hoyr fyrsta part her

Í tilsamans níggju pørtum fara vit at kava í hetta evnið við eini vón um, at vit fáa svar uppá spurningarnar, sum vit ofta ikki tora at spyrja, gerast klókari um okkara egnu viðurskifti og standa á einum sterkari økonomiskum grundvølli við betri vitan og fortreytum.

Fyrstu tríggir partarnir snúgva seg um pensjón, síðan koma tríggir partar um bankaviðurskifti og til endans tríggir partar um trygging.

Fyrsti partur er stuðlaður av Betri Pensjón og í hesum partinum eru Guðrun Joensen, pensjónsráðgevi, og Helgi L. Petersen, stjóri í Betri Pensjón, gestir.

Pensjónsráðgevin greiðir her frá um, hví tað er umráðandi at hugsa um og taka nakrar tilvitaðar avgerðir um sína pensjón. Eisini leggur stjórin í Betri Pensjón nøkur tøl á borðið, sum lýsa ein ógvusligan ójavna millum kynini, tá tað snýr seg um pensjón.

Vertir eru Tóra Effersøe Mortensen og Annika Kunoy Im.

Til ber at lurta eftir poddvarpinum á heimasíðuni hjá Kvinnu, á Spotify og Apple Podcasts.

Annar partur kemur í luftina hósdagin 23. november.




Viðkomandi greinar