Vit snakka um pengar
Hoyr 6. partin her
Hvat er ein íløga? Hvat er munurin á partabrøvum og lánsbrøvum? Kunnu vit allar gera íløgur, og hvat kunnu vit vænta at fáa í vinningi?
Alt hetta fáa vit svar uppá í hesum partinum av Vit snakka um pengar, sum snýr seg um íløgur - umframt hetta, so royna vit okkum og gera okkara allar fyrstu íløgu - fyri opnari mikrofon.
Vertir eru Annika Kunoy Im og Tóra Effersøe Mortensen. Gestur hesu ferð er Katrin Foldbo, íløguráðgevi í Betri Banka.
Parturin er stuðlaður av Betri Banka.
Um røðina
Vit snakka um pengar er poddvarpsrøð hjá Kvinnu í níggju pørtum. Gjøgnum hesar níggju partarnar kava vit í evnið pengar við eini vón um, at vit fáa svar uppá spurningarnar, sum vit ofta ikki tora at spyrja, gerast klókari um okkara egnu viðurskifti og standa á einum sterkari økonomiskum grundvølli við betri vitan og fortreytum.
Fyrstu tríggir partarnir eru um pensjón, síðan eru tríggir partar um bankaviðurskifti og til endans tríggir partar um trygging.