Gjøgnum framløgur og sofaprát verður ljós varpað á, hvussu harðskapsøkið hevur ment seg gjøgnum tíðina, og hvat status er í dag.
Altjóða dagur móti harðskapi móti kvinnum er ásettur at vera 25. november, og í tí sambandi skipar men tiltakið verður í ár hátíðarhildið fríggjadagin 24. november í Smæruni í Havn.
Seinastu 40 árini hevur miðvíst verið arbeitt við at basa harðskapi. Hetta arbeiðið hevur ment seg nógv, og er í dag kjølfest sum egið fakøki. Talan var upprunaliga, í Føroyum eins og aðrastaðni, um, at kvinnur tóku stig til at seta á stovn felag at arbeiða móti harðskapi.
Fyrstu nógvu árini varð arbeitt við tilboðum til harðskapsrakt, har serligur dentur varð lagdur á umsorgan og at skapa eitt friðskjól fyri harðskapsraktar kvinnur og børn teirra á kreppumiðstøðum. Rættiliga skjótt vísti seg tó tørvur á at hjálpa hesum kvinnum á fleiri økjum – eitt nú í løgfrøðiligum, fíggjarligum, heilsuligum og sosialum viðurskiftum. Tørvur var á at hava fleiri ymisk sløg av ráðgeving, og tí varð ein ambulantur ráðgevingarpartur lagdur aftur at kreppumiðstøðunum.
Fyrr í heyst varð nýggja heildarætlanin um harðskap í parløgum og nærsambondum 2023-2028 handað. Hetta arbeiði byggir víðari á væleydnaðu royndirnar frá fyrru heildarætlanunum eins og tær royndir, ið eru mentar innan harðskapsøkið, bæði í Føroyum og uttanlands. Harafturat verður í nýggju ætlanini lagdur dentur á týdningin av at skipa ein vísindaligan part fyri harðskapsøkið. Hetta fyri at tryggja, at vit í Føroyum kunnu røkka tí vitanarstøði, sum okkara grannalond hava um harðskap í parløgum og nærsambondum.
Á tiltakinum í ár verða fýra framløgur. Edda Hjartvarsdóttir, forkvinna fyri Kvinnuhúsfelagið, leggur fyri við einum søguligum innliti í harðskapsfakliga økið, sum í Føroyum hevur meira enn 30 ár á baki.
Næstu framløguna tekur Eyðvør Tausen Olsen, leiðari í Kvinnuhúsinum sær av, har hon viðgerð Kreppumiðstøðir og virksemið har, og hvussu tað hevur ment seg við árunum.
Síðani fara Frida Jóanesarson Dam og Ruth Apol Mortensen, ráðgevar í Kvinnuhúsinum, at tosa um tørvin á ambulantum tilboði, hví og hvussu hesin parturin kann mennast.
Seinasta framløgan er um vísindadeplar í sambandi við harðskapsfakliga økið, og hvat hesin parturin hevur havt at týða. Tað verður Anna Katrin Matras, verkætlanarleiðari fyri Sig frá Verkætlanina undir Almannamálaráðnum, sum tekur sær av hesum.
Eftir ein steðg verður sofaprát har landsstýrisfólk, sum umboða nýggju heildarverkætlanina um harðskap í parløgum og nærsambondum 2023-28 eisini luttaka. Óluva Zachariassen verður orðstýrari.
Tiltakið verður 24. novembur kl. 9-12.30 í Smæruni, J.H. Schrøters gøta 7.
Tiltakið er alment og ókeypis, og øll eru hjartaliga vælkomin.
Kvinna x Mia Smith
Í samband við altjóða dagin móti harðskapi móti kvinnum hava vit á Kvinnu fingið Miu Smith at sniðgeva eina serstaka plakat, sum frá í dag av fæst til keyps her á heimasíðuni. Plaktin er í A4 (297x420cm) og kostar 149 kr, og 20% av vinninginum verður latin Kvinnuhúsinum.
Plakatin er prentað í avmarkaðari nøgd.