– Nú nakrar dagar eftir valið eri eg við at skilja tað. Seinastu dagarnir hava verið øgiliga hektiskir og ikki fyrr enn nú, tá nakrir dagar eru farnir, er veruleikin byrjaður at ganga upp fyri mær. Kenslan er heilt ótrúliga góð, og eg eri bæði rørd og takksom fyri álitið, sum er víst mær, sigur Anna Falkenberg, sum við 2.973 atkvøðum tryggjaði sær ein av føroysku sessunum á fólkatinga komandi fýra árini.
Anna Falkenberg er abbadóttir Edmund Joensen, sum hevur havt sess á fólkatingi í fleiri valskeið. Men unga abbadótturin fekk fleiri enn 500 persónligar atkvøður fleiri enn Edmund Joensen fekk í 2015.
Ein nýggjur gerandisdagur á Christiansborg
Anna hevur starvast á fólkatingi í trý ár, so hon kennir umhvørvið og politiska spælið, men hóast tað er hon blivin tikin á bóli, nú hon sjálv er blivin ein av politikarunum.
– Dagarnir síðani valið hava verið sera hektiskir. Eg fór niður dagin eftir valið í Føroyum, og var inni á fólkatinginum til valkvøldið. Tað fyrsta, eg rendi meg í á trappuni inn til Christiansborg, var ein journalistur frá TV2, og komin innum varð eg møtt við nógvum lukkuynskjum úr øllum ættum. Eisini hevur telefonin verið glóðheit seinastu dagarnar, tí fólk hava verið so fitt og ynskt mær tillukku, ella tí journalistar vilja fáa eina samrøðu. Tað hevur verið rættiliga vilt.
– Hóast eg havi arbeitt á fólkatingi í trý ár, og eg eri von við at hava mína dagligu gongd her á Christiansborg, so tekur tað eina løtu at venja seg við, at fólk kenna ein aftur í gongini og síggja meg í einum øðrum ljósi – sum ein fólkatingslim og ikki eitt embætisfólk. Tað fer ivaleyst eisini at taka eina tíð at venja seg við, at eg knappliga eri mín egni stjóri. Men komandi tíðin verður ómetaliga spennandi, og eg gleði meg at sleppa til verka!
Anna Falkenberg er næsta føroyska kvinnan nakrantíð, sum verður vald beinleiðis inn á fólkating, og tá hon verður spurd um, hví so leingi er ímillum kvinnuumboðini á fólkatingi, er svarið greitt.
– Eg trúgvi, at júst fólkatingssessurin hevur verið merktur av, at tað úr Føroyum ofta eru politikarar við drúgvum royndum, sum verða valdir, og at tað eru ofta menn. Í Føroyum er ein meiriluti av politikarunum mannfólk, og teir hava ofta sitið í tungum sessum heima í Føroyum. Tað er sjálvandi einki galið við, at veljarin følir seg mest tryggan við tí valinum, og tað er púra natúrligt, at garvaðir politikarar standa á valevnislistunum. Men eg haldi, tað eisini vera umráðandi, at tað eru aðrir profilar at velja ímillum. Tað hevur kanska bara ikki verið siðvenja hjá veljaranum at velja kvinnur, og tær hava ikki verið líka nógvar á listunum samanborið við mannfólk. Men tað tykist broytt nú, heldur Anna Falkenberg.
– Eg gleðist eisini um, at kvinnurnar fingu eitt gott val, og at veljarin, hóast eg eri ein ung kvinna, setti álitið og krossin við meg.