Annika Olsen: Vit skulu tora at tosa um makt sum nakað positivt
Tíðindi

Annika Olsen: Vit skulu tora at tosa um makt sum nakað positivt

Í gjár fekk Annika Olsen heiðurin sum ”Ársins Brita”. Heiðurin verður givin einari megnarkvinnu á kvinnudegnum 8. mars. Fyrr var ein "Brita" nakað negativt, men nú vilja føroyskar kvinnur broyta týdningin av orðinum til nakað positivt og sterkt, fortaldi forkvinnan í javnstøðunevndini, Mai Laksáfoss, til kvinnutiltak í Mentanarhúsinum Fuglafirði 8. mars. Fyri einum ári síðani høvdu vit áhugaverda samrøðu við Anniku Olsen í Kvinnu – les ella endurles greinina her.
Eftir: Ingrid Bjarnastein / Mynd Amy Hansen 09.03.2022

- Hetta var nokk so rotið. Eg hevði ynskt, at eg hevði fingið fýra ár afturat og kundi hildið fram við øllum tí, sum er sett í gongd.

Orðini eigur Annika Olsen, sum til 1. januar 2021 hevur verið borgarstjóri í landsins størstu kommunu. Nú hevur hon latið borgarstjórasessin aftur til sama mann, sum sat í sessinum undan henni, og er farin til arbeiðis í løgtinginum.

Hendan gráa, milda desemberdagin, tá ið vit hitta Anniku á Vaglinum í Havn, er rokan í fjøruni. Eysturoyartunnilin letur upp um fáar dagar, og millum mongu uppgávurnar er ein røða, sum hon skal halda í sambandi við, at tunnilin letur upp.

“Her er so nógv at gera, at tú skuldi ikki hildið, at eg var á veg út,” heldur hon skemtandi fyri.

Annika Olsen er fødd og uppvaksin í Vági, og foreldrini vóru bæði skúlafólk. Pápin var skúlastjóri í Vágs skúla og mamman lærari.

Blá bók: Annika Olsen
Fødd: 13. mars 1975, uppvaksin í Vági
Maki: Jacob Horn Nielsen
Børn: Markus Horn Olsen og Bjarni Horn Olsen

- Eg hevði mína dagligu gongd í skúlanum, hóast eg ikki var farin í skúla. Eg gekk ikki í barnagarði, so eg hevði ein frælsan barndóm við fjøruni og haganum fyri meg sjálva. Vit høvdu nógvan seyð, so eg eri uppvaksin við at skula taka eina hond í og hjálpa til við seyði og øðrum arbeiði, sum skuldi gerast, greiðir Annika Olsen frá.

Svimjing hevði eisini hennara stóra áhuga. Hon svam nógv, og bert 13 ára gomul kom hon á svimjilandsliðið. Hvønn morgun í eitt heilt ár svam hon einsamøll frá kl. 6 til 8, tí ongin venjari var, og tá ið hon var 15, flutti hon til Danmarkar at svimja. Og síðani gekk tað upp í slag hjá Anniku. Hon tók miðnámsskúlaútbúgving í Odense og fór síðani at lesa bókmentafrøði og religiónssøgu.

- Mín ætlan var at lesa til prest. Eg hevði sett teologi sum mína aðru raðfesting. Eg havi altíð verið so hugtikin av kristindóminum og átrúnaðum sum heild, ikki minst tí søguliga partinum, sigur Annika, sum sigur seg hava eina pragmatiska tilgongd til sína trúgv.

- Eg fari í kirkju um høgtíðirnar, og tá tað leikar hart á, biði eg eina bøn, og tað er nokk so ofta. Tað hjálpir í øllum lívsins lutum at hava eina rás uppeftir.

Politiska byrjanarskotið

Pápi Anniku var politiskt virkin í nógv ár, bæði lokalt í Vági og eisini sum løgtingsmaður fyri Kristiliga Fólkaflokkin, men hann gjørdist seinni limur í Fólkaflokkinum, har hann eisini var partur av floksleiðsluni. Tí lá politikkur ikki fjart frá henni. Men tað var mestsum av tilvild, at Annika stillaði upp, tá hon gjørdi.

Hon og maðurin, sum hon hitti, tá hon var undir útbúgving, vóru júst flutt heim til Føroya, tá Annika fór við pápa sínum á ein uppstillingarfund hjá Fólkaflokkinum. Aftan á fundin ringdi Óli Breckmann til hennara og bað hana stilla upp.

- Tað, eg ikki visti, var, at Óli hevði fyrst ringt til pabba fyri at biðja um hansara vælsignilsi, minnist Annika og flennir.

- Pabba segði bara, at Óli skuldi bara ringja til mín, tí eg dugdi at svara fyri meg sjálva.

Annika tók av og kom á Fólkaflokslistan í Havn, men hon kom ikki inn. Men hon fekk fleiri enn 100 atkvøður, hóast hon nýliga var flutt til Føroya, so hetta gav henni mót at halda fram. Í 2004 eydnaðist fyri fyrstu ferð at verða vald í býráðið í Havn.

- Eg var við barn, tá ið eg varð vald, men kommunustjórin segði greitt, at barsilsfarloyvi kundi eg ikki fara í sum fólkavald. Eg var sjálvandi hjartkipt av at standa har sum 29 ára gomul og fáa at vita, at eg ikki slapp í barsil.

Men hon fór aftur til kommunustjóran og segði, at hetta góðtók hon ikki, og tað endaði við, at hon fekk tveir mánaðir í farloyvi.

- Hetta hevur helst altíð verið soleiðis. Eg veit ikki, um tað bara var ein mannfólkamentan, at tú ikki slapst í barsil, men tey hava helst ikki verið von við, at kvinnur við pinkubørnum sótu í býráðnum. Í dag er ongin trupulleiki hjá kvinnum at fáa barsilsfarloyvi frá býráðsarbeiði.

Persónligur missur

Politiska leiðin hjá Anniku Olsen heldur fram, og í 2008 stillar hon upp til løgtingsvalið og verður vald við fleiri enn 500 atkvøðum. Tá ið CHE-samgongan slitnar á heysti, kemur Fólkaflokkurin í stjórn, og Annika gerst landsstýriskvinna í innlendismálum, bert 32 ára gomul.

Eitt tað fyrsta málið sum landsstýriskvinna í innlendismálum var at samráðast um veðurlagspolitikk Føroya. Drúgvar samráðingar vóru á skránni við ráðharrar úr øllum heiminum.

- Eingin avtala kom í hús, men kortini vórðu Føroyar nevndar í veðurlagsprotokollini. Hetta var ein varði fyri meg, tí tað stóð ofta hart á, minnist Annika, sum um hetta mundið var við barn við triðja barninum.

- Eg misti ein mánað eftir veðurlagsráðstevnuna. Eg veit sjálvandi ikki, um tað var júst tí, men eg koyrdi øgiliga hart á hasa tíðina við lítlum svøvni og longum døgum.

Eitt ár seinni var hon aftur við barn, men aftur hesa ferð misti hon.

So tað hava verið nakrir persónligir missir fyri meg á vegnum. Eg hevði eitt brennandi ynski um at fáa nógv børn. Tað gjørdist ikki mín lutur

- So tað hava verið nakrir persónligir missir fyri meg á vegnum. Eg hevði eitt brennandi ynski um at fáa nógv børn. Tað gjørdist ikki mín lutur, sigur Annika.

- Eg hevði heldur ikki tíð at arbeiða við sorgini, men fór beint í meldurin aftur báðu ferðirnar. Og tað er kanska júst hetta, sum kann fáa meg at hugsa: ‘Var tað nú tað vert?’ Men tað var tað; tað var tað heila vert! Kanska var ein meining við tí, at soleiðis skuldi tað vera. Eg eri vælsignað við tveimum dreingjum og eri takksom fyri at hava fingið aðrar gávur í ríkiligt mát í upplivingum, fólkum, sum eg havi hitt og møguleika at vera við til at broyta samfelagið. Tað er sanniliga eisini gevandi.

Sessurin, sum glapp og floksskifti

Løgtingsvalið í 2011 gjørdist ein dygg álitisváttan, tá Annika Olsen varð vald við fleiri enn 1300 atkvøðum. Hon stillaði upp til formansvalið í Fólkaflokkinum móti Jørgeni Niclasen, men tapti við einari atkvøðu.

- Tað var sjálvandi harmiligt fyri teir veljararnar, sum høvdu sýnt mær so stórt álit, men onkuntíð tapir tú, og onkuntíð vinnur tú. Soleiðis er spælið. Eg eri rættiliga einfalt innstillað, tí eg veit, at tað eru ikki atkvøðurnar, sum gera av, hvussu alt endar,  sigur Annika avgjørd.

Til løgtingsvalið í 2015 verður Annika Olsen afturvald við sløkum 1000 atkvøðum, men nakrar fáar dagar eftir valið brestur ein politisk bumba, tá tað verður alment, at Annika hevur meldað seg úr Fólkaflokkinum.

- Í 2015 hevði eg longu verið nógv ár í politikki, og eg kendi tað, sum eg misti meg sjálva burtur. Eg var á skeivari politiskari kós; tað var, sum vóru mínar meiningar ikki hoyrdar, og míni grundvirði vóru ikki við. Og tað var inni í sjálvum flokkinum. Eg hevði tørv á at gera upp við tað, tí eg kendi meg ikki aftur í Fólkaflokkinum. Tað kendist, sum eg var í eini politiskari spennitroyggju, og tí kundi eg ikki liva við, greiðir Annika frá um avgerðina at melda seg úr flokkinum.

- Tað var ein røtt – um enn ein ógvuslig gerð. At fara úr einum flokki, sum eg hevði verið partur av í meira enn 15 ár, var sum ein hjúnaskilnaður faldaður við 10, tí har eru so nógv menniskju íblandað. Tað gjørdist rættiliga ógvusligt, og eg kann bara sjálv taka avleiðingarnar fyri tað, sum hendi.

Nakrar fáar dagar seinni brestur enn ein bumba, tá ið Annika meldar seg inn í Framsókn, har hon umgangandi fær sessin sum forkvinna í fíggjarnevndini. Tríggjar dagar seinni meldar hon seg úr flokkinum aftur og gerst leysgangari.

- Hesa avgerð havi eg verið sera hart revsað fyri og helst harðari enn teir mongu menninir, ið hava gjørt júst tað sama í føroyskum politikki.

Kvinnur við makt

Annika Olsen vendi aftur til Fólkaflokkin í februar 2016, eftir at hon og leiðslan í flokkinum høvdu tosað væl og virðiliga um tað, sum var hent, og um hvussu tað kundi verða rúm fyri Anniku í flokkinum – bæði hennara meining og tilgongd til politikk.

- At eg traðkaði við síðuna av tá fyri meira enn fimm árum síðani, hoyri eg enn fyri. Spurningur verður settur við, um tað ber til at líta á meg, um eg nú fari at skifta flokk aftur og so framvegis. Eg eri sannførd um, at revsingin er harðari, enn um eg var ein maður.

Hóast harðan fólksligan dóm, missir Annika ikki mótið, og hon er bitin av politikki, sum hon sjálv tekur til. Tað er vorðið hennara kall.

- Mær dámar væl at hava ávirkan. Politikkur er mín eldhugi; hann fer undir húðina á mær.

Makt er ein partur av politikki. Vit skulu tora at tosa um makt sum nakað positivt. Onkursvegna verður ‘makt’ brúkt negativt í sambandi við kvinnur; tú kanst saktans verða ein maktfullur, sterkur maður, men tað ber ikki til á sama hátt at vera ein maktfull kvinna.

Og við politikki kemur makt.

- Makt er ein partur av politikki. Vit skulu tora at tosa um makt sum nakað positivt. Onkursvegna verður ‘makt’ brúkt negativt í sambandi við kvinnur; tú kanst saktans verða ein maktfullur, sterkur maður, men tað ber ikki til á sama hátt at vera ein maktfull kvinna. Og hetta havi eg mangan staðið upp á mál fyri, heldur Annika.

Hon heldur, at tað er umráðandi at tora at gera upp við hesar fordómarnar, soleiðis at teir ikki liggja fjaldir undir yvirflatuni.

- Tú kanst siga, at kvinnur kunnu stilla upp og bjóða seg fram, um tær hava hug, men tað er ikki altíð lætt, tá vit hava hesar undirliggjandi streymarnar, mekanismurnar, sum tú skalt gera upp við. Kvinnur verða vigaðar øðrvísi enn menn. Tær hava ov nógv av hesum ella ov lítið av hasum, eru ov tjúkkar ella ov klænar. Menn verða ikki vigaðir á sama hátt, og hetta er nakað, sum vit sum samfelag ikki eru komin víðari frá. Vit skulu vera tilvitað um hesar strukturarnar. Hetta er týdningarmikið at seta orð á fyri at koma tí til lívs. Vit kvinnur hava sum uppgávu at standa saman. At tala at, um tað er neyðugt og ikki góðtaka slíkt í dagsins samfelag. Vit eru fyrimyndir fyri nógvar ungar gentur og dreingir, og tí skulu vit ansa eftir, hvussu vit tosa við og um kvinnur. Fyrsta stigið móti javnstøðu er umtalan um viðurkenning av báðum kynum.

Tú mást taka valdið

Hví heldur tú, at “ísdrotning” er almenna ímyndin av tær? 

- Ein orsøk kann vera, at eg koppaði Heðini Mortensen sum borgarstjóra. Tað er helst eindømi í føroyskum politikki, at ein kvinna gjørdi tað upp á tann mátan, sum tað varð gjørt, sigur Annika, sum sipar til, at Fólkaflokkurin við henni á odda saman við Tjóðveldi og Framsókn tók valdið á Vaglinum fyri nøsini á Heðini Mortensen, sum hevði fingið fleiri enn 2500 atkvøður, og Javnaðarflokkinum.

- Menn hava ofta gjørt soleiðis, og tá verður tað ikki umrøtt á sama hátt, sum nú tað var eg, ein kvinna. Kvinnur eru uppdrignar til at bíða, til valdið kemur til tær. Valdið kemur ikki! Tú mást taka tað. Tíma tað. Og tá ið tú hevur fingið tað, skalt tú handfara tað við virðing. Soleiðis er politikkur, og aftur her kemur munurin millum kvinnur og menn til sjóndar. Ein maður er óførur; tað var eitt gott taktiskt stig og so framvegis. Men tað er ikki tað sama fyri eina kvinnu.

Hvussu kendist hetta fyri teg?

- Um eg skal vera heilt erlig, so hevði eg eitt ella annað stað tað ikki so lætt við tað, tí Heðin Mortensen hevði fingið so nógvar atkvøður, og eg skilji væl tær mongu reaktiónirnar, hóast tær vóru heldur ógvusligar og persónligar. Tað hevði sjálvandi verið stuttligari at fingið valdið við 2000 atkvøðum. Men tað var gott á tann hátt, at vit hildu, at tíðin var komin at royna nakað annað. Og so havi eg eisini roynt at staðið aftast í røðini og bíðað við meira enn 1300 atkvøðum. Og við 1800 atkvøðum. Og tað er tí, eg sigi, at tú fært ikki valdið, tú mást taka tað. Eg haldi, at størsta yvirraskilsið fyri fólk var, at tað var ein kvinna, ið stóð á odda fyri hesum, og kanska havi eg bara tikið høggini fyri næstu kvinnuna, ið fer at taka valdið á hendan hátt.

Fýra ár á Vaglinum

Síðani Annika Olsen fyrstu ferð varð vald inn í býráðið í Havn í 2004, hevur hon síðani sitið í løgtinginum og landsstýrinum, bæði sum landsstýriskvinna í innlendismálum og almannamálum, varaløgmaður og nú seinast sum borgarstjóri í Havn.

- Sjálvt um tað hevur verið strævið at vera so nógv ár í topp-politikki, so er tað ein framíhjárættur at vera sloppin at arbeiða á øllum hesum ymsu pallunum. Ein ótrúliga stór gáva at fáa møguleikan at átaka mær hesar uppgávurnar. Eg eri takksom fyri at hava fingið hendan møguleikan, sigur Annika Olsen.

Og hon er ikki liðug enn. Í Fólkaflokkinum kennir hon, at tað er vorðið rúm fyri hennara meiningum og politisku tilgongd.

- Vit skulu vera rúmlig og tolin, og um tað ikki er pláss fyri tí í Fólkaflokkinum, so gerst ikki við. Eg eri soleiðis, og soleiðis fari eg altíð at vera. Eg havi lært nógv í mínum politiska lívi, og eg dvølji ikki so nógv við tað, sum er farið.

Annika Olsen hevur nú tikið sæti á tingi fyri Fólkaflokkin, og tað heldur hon er fínt og sunt fyri seg.

- Men tú skalt altíð vilja hava meira ávirkan. So leingi, eg eri í politikki, so vil eg hava ávirkan. Eg verði ikki livibreyðspolitikkarin, sum fer at sita á aftastu røð í tinginum og bara hava orðið av og á, tí so skal eg gevast – tí hevði eg sálast av.

Gerandisdagurin hendan desemberdagin pikkar aftur á dyrnar, og Annika hevur nógv jørn í eldinum, nú hon stendur við øðrum beininum uttanfyri.

- Eg fari av Vaglinum við persónligari uppreisn. Seinasta kommunuval var tað frægasta hjá mær nakrantíð, og tí havi eg tað ordiliga gott við. Tað verður eisini gott at seta ferðina eitt sindur niður eina løtu, og tað veit eg eisini, at synirnir gleða seg til, sigur Annika Olsen.




Viðkomandi greinar