Tíðindi
Ársins fyrsta Kvinna komin
Júst nú er ársins fyrsta Kvinna komin í sølubúðirnar.
Á forsíðuni er 91 ára gamla Ása Hátún, og tú kanst gleða teg til at lesa serstakliga áhugaverdu greinina um hana í blaðnum - hennara passión og lívsgleði smittar.
Vit seta eisini sjóneykuna á ung í Føroyum í dag. Hvat hugsa tey ungu um, hvørjum stúra tey fyri, og hvørjar vónir hava tey?… Saman við sosialu miðlunum fylla umhvørvið og støðan í Evropa nógv í hugaheimi teirra. Politikkur og Føroyar í framtíðini hugtaka tey eisini, og dreymar fyri komandi árini geva teimum vón.
Les eisini um Katrina Joensen-Næs, finn uppskriftir til lættar gerandisrættir við høsnarunga og kom innar í spennandi býli hjá Sølvá J. Joensen í Klaksvík.
Tú finnur eisini eitt stokkaprát við Sandru Sørensen, kaffiprát við Súsonnu Bertholdsen og eina bindiuppskrift til eina feminina blusu við ballónermum.
Hetta og nógv annað finnur tú í nýggjastu Kvinnu, sum er í sølubúðunum í dag.