COVID-19-baby-boom: Metnógvir føroyingar á veg
Tíðindi

COVID-19-baby-boom: Metnógvir føroyingar á veg

Vit hava ongantíð átt so nógv børn í desembur, sum vit fara at gera í ár. Tað vísa tøl frá føðideildini á LS.
Eftir: Birgith Lassen / Mynd Veitari 30.09.2020

Stutt eftir at korona brast á og allur heimurin meir ella minni lat aftur, hava gitingar verið um, hvørjar avleiðingar – góðar sum ringar – farsóttin fór at hava við sær. Millum annað sosiologar, búskaparfrøðingar og sálarfrøðingar góvu síni boð uppá, hvussu heimurin fór at síggja út eftir korona.

Og ein giting var, at vit fóru at uppliva eitt babyboom - meiri tíð heima gevur meiri tíð til at vera kerlig, varð sagt. Og nú er tað so greitt, at ongantíð áður eru so nógvar føroyskar kvinnur settar at eiga í desembur. Í ár eru 65 kvinnur settar at eiga í desembur, og tað eru 18 fleiri enn í fjør. Rokna vit níggju mánaðir aftur frá miðjan desembur, so lenda vit á miðjan mars, sum er júst tað tíðarskeiði, tá vit vóru mest heima, aftaná at løgmaður tann 12. mars kunngjørdi, at Føroyar fóru at lata lutvíst aftur.

“Um tað bara er korona, tað veit eg ikki, men tað kundi týtt uppá, at korona hevur ein fingur við í spælinum”, sigur Beinta Dahl-Olsen, virkandi deildarleiðari hjá ljósmøðrunum, í samrøðu við Kringvarpið í gjár.

Altjóða sær myndin tó øðrvísi út. Amerikanski miðilin Forbes skrivar, at hóast serfrøðingar væntaðu eitt stórt baby-boom í USA, so vísa tølini nú, at tað vera millum 7-10% færri børn borin í heimin í desembur-januar 2020-2021 samanborið við undanfarin ár. Í eini spurnarkanning millum amerikanskar kvinnur í burðardyggum aldri svara tær, at tær vilja útseta at fáa børn ella at tær heilt einfalt ynskja sær færri børn aftaná korona farsóttina.




Viðkomandi greinar