Dania Tausen og Skál verða frumsýnd á CPH:DOX
Tíðindi
Dania Tausen og Skál verða frumsýnd á CPH:DOX
Leygardagin verður danski-føroyski heimildarfilmurin SKÁL frumsýndur á filmfestivalinum CPH:DOX. Høvuðspersónur í filminum er Dania O. Tausen, sum í fjør gav út yrkingasavn við sama heiti.
Eftir: Ingrid Bjarnastein / Mynd: Troels Rasmus Jensen 22.04.2021

Heimildarfilmurin Skál verður frumsýndur á danska filmsfestivalinum CPH:DOX leygardagin 24. apríl. Høvuðspersónur í filminum er føroyska Dania Tausen (21).

Tað eru danska Cecilie Debell og føroyska Maria Tórgarð, ið hava leikstjórnað.

Skál snýr seg um um at finna seg sjálva, royna mørk og um at finna eina javnvág millum tað, tú ert vaksin upp við og tann heimin, sum tú hittir sum ung og skalt menna tín egna samleika í.

Heitið Skál kemur frá yrkingasavninum, sum Dania gav út í fjør.

Dania kemur frá eini kristnari samkomu her í Føroyum, og øll hennara familja er partur av samkomuni. Hon er ein av teimum ungu, ið eru sera virkin í samkomuni, har hon syngur og hevur konsertir. Men tá Dania verður forelskað í Trygva Danielsen (Silvurdrongur) fer ein ungdómsuppreistur í gongd saman við vinkonuni Marjun. Tað er ikki tí, tær vilja burturúr samkomuni, men tær vilja hava loyvi at vera tær sjálvar. Men hvussu finnur tú hesa javnvágina, og hvat sigur samkoman, tá Dania gevur yrkingasavnið út, sum er fult av ungdómslívi, angist og frælsi?

– Í filminum er Dania mitt í eini eksistentiellari krevjandi støðu millum samkomuna og familjuna á aðrari síðuni, og lívið sum ung og leitandi á hinari síðuni. Hon vil hava sítt frælsi, men ynskir eisini at fáa viðurkenning og kærleika frá familjuni, sigur Cecilie Debell.

– Tað er fyrstu ferð ein føroyskur heimildarfilmur, sum lýsir hetta evnið, verður vístur á stóra løriftinum. So nógvar søgur eru ikki fortaldar, tí vit ikki hava havt møguleikan fyri tí. Tað vilja vit fegnar gera upp við. Eg vóni, at filmurin kann geva innlit í eina serliga mentan á ein fjølbroyttan hátt. Ein filmur, sum nógvir ungir føroyingar kunnu kenna seg aftur í og sum samstundis vísir heiminum, at vit eru til - eisini uppá hendan mátan, sigur Maria Tórgarð.

Skál verður frumsýndur 24. apríl kl. 16.30 og tað er gjørligt at stroyma filmin, tá hann verður vístur - les meira á heimasíðuni hjá CPH:DOX
Seinni í ár verður verður filmuri sýndur í Føroyum.