Eftirløn: Kvinnur liva longri, men spara minni upp
Tíðindi

Kvinnur liva longri, men spara minni upp

Tá tað kemur til eftirløn og trygging, eru vit kvinnur eftirbátur. – Vit kvinnur liva longri, men spara minni upp í eftirløn. Vit tryggja fegin hús og heim og bil, men gloyma at tryggja okkum sjálvar, sigur Turið F. Arge.
Eftir: Eilen Anthoniussen í samstarvi við Bank Nordik / Mynd: savnsmynd 08.02.2021

Er tað nakað okkum ikki dámar at tosa um, eru tað tryggingar og okkara eftirlønarviðurskifti. Tað staðfesti ein kanning, sum Bank Nordik gjørdi í sambandi við teirra kampanju um trygging og eftirløn í mun til lívsbroytingar. Spurnarkanningin staðfesti, at heili 85 prosent siga seg ikki hava nóg gott innlit í síni pensjónsviðurskifti og lívstryggingar

- Nógv hava lyndi til at kveistra tankar um eftirløn og trygging frá sær, kanska serliga meðan vit eru ung, tí tað tykist so langt burturi. Men sannleikin er, at hvørki eftirlønin ella tryggingin kann bíða, og jú fyrr tú byrjar at spara saman, jú betri ert tú stillað til at fara av arbeiðsmarknaðinum, tá tann tíðin kemur, sigur Turið F. Arge, rakstrarstjóri í BankNordik.

Hon vísir á, at tað serliga er í sambandi við broytingar í okkara lívi, at vit noyðast at endurskoða okkara viðurskifti í mun til trygging og eftirløn.

- Tað kann vera í sambandi við hjúnaband, hjúnaskilnað, barnsburð, húsakeyp, starvsbroytingar, sjúku. Allar broytingar í okkara lívi kunnu ávirka okkara eftirlønar- og tryggingarviðurskifti.

Trygging er neyðug at hava, meðan vit eru á arbeiðsmarknaðinum, og hon er umráðandi at hava eitt nú í sambandi við álvarsliga sjúku. Eftirlønin kann heldur ikki bíða, tí tey sjey prosentini, sum í løtuni eru lógarkravd, eru langt undir tað støðið, ið peningastovnarnir meta.

Les eisini: Kvinnur eru ov varnar

- Kanningin hjá okkum staðfesti, at flestu kvinnur spardu einans tey seks prosentini saman í eftirløn, ið vóru lógarkravd í 2020, tá vit gjørdu kanningina. Lógarkravda inngjaldið hækkar hvørt ár við einum prosenti fram til 2026, soleiðis at kravið at enda lendir á 12 prosentum. Harafturat søgdu 37 prosent seg einki vita um sína eftirløn, og heili 48 prosent søgdu seg onga ráðgeving hava fingið. Og tað eru í veruleikanum skelkandi høg tøl.

Hetta er tankavekjandi, tá hugsað verður um, at vit kvinnur liva longri, men spara so lítið upp í eftirløn.

- Vit tryggja okkum fegin við at tryggja hús, heim og bil, men gloyma at tryggja okkum sjálvar og okkara aldurdóm.

BankNordik ynskir við lýsingarátakinum at lata upp fyri, at vit tosa meir opið um viðurskifti sum eftirløn og trygging. Umframt sjálva kampanjuna, hevur BankNordik bjóðað kundum til webinar og framleitt eitt poddvarp um evnið.

- Okkum manglar at tosa um hesi evnini, og tað vilja vit gera. Tað er ongantíð ov seint at gera broytingar í sínum viðurskiftum, um tørvur er á tí. Tað einasta, sum krevst, er at tú tekur eitt prát við tín kundaráðgeva, sum kann hyggja eftir tínum viðurskiftum og hjálpa tær víðari, um tú ynskir eina broyting í tíni pensjóns- og tryggingarviðurskiftum, sigur Turið F. Arge.

Vilt tú vita meira um eftirløn? Á Spotify ber til at hoyra poddvarp hjá Bank Nordik um pensjón og íløgur. 




Viðkomandi greinar