Fólkatingið heiðrar  30 kvinnur við nýggjum listaverki
Tíðindi
Fólkatingið heiðrar 30 kvinnur við nýggjum listaverki
Millum tær 30 kvinnurnar er eisini ein føroysk kvinna ...
Eftir: 13.11.2024

Í 2021 gjørdi formansskapurin í fólkatinginum av at heita á donsku listakvinnuna Mie Mørkeberg um at gera ein málning av 30 kvinnum, sum síðstu 100 árini hava havt stóran týdning fyri fólkaræðið. Hetta var eftir innstilling frá listanevndini hjá fólkatinginum.

Málningurin av teim 30 kvinnum var avdúkaður í fólkatinginum í gjár. Á spennandi listaverkinum er ein føroysk kvinna, tað er Marita Petersen, sála, sum var løgmaður og løgtingsforkvinna í Føroyum, hon er fyrsta kvinnan, sum gjørdist stjórnarleiðari í danska ríkinum, skrivar fólkatingið.

Ruth Heilmann umboðar Grønland.

Í fólkatinginum hongur longu ein málningur av 30 monnum.

 

 




Viðkomandi greinar