Frítt Val eru tilnevnd #pigeprisen hjá PlanBørnefonden
Tíðindi
Frítt Val eru tilnevnd #pigeprisen hjá PlanBørnefonden
Frítt Val eru tilnevnd til #pigeprisen hjá PlanBørnefonden. Prísurin verður givin fyri at heiðra teimum, sum stríðast og gera ein mun fyri javnstøðu í danska kongaríkinum.
Eftir: Kvinna 14.10.2024
PlanBørnefonden sigur soleiðis um tilnevningina av Fríum Vali:
“Felagsskapurin Frítt Val er tilnevndur til Pigeprisen 2024 fyri at varpa ljós á vantandi abortrættindi í Føroyum og teirra arbeiði við at broyta abortlógina, so at kvinnan eigur valið. Síðani 2018 hevur Frítt Val birt undir kjakið um abort, sum hevur givið fleiri gentum og kvinnum møguleikan at standa fram, og fortelja teirra søgu, um tær avleiðingar tær uppliva í eini óynsktari viðgongu, tá lógin forðar teimum at taka abort.”